Hondbóltur

Klokkan 11: Landsliðsgestir hita upp til gysaran við Tjarnir

Rakul Wardum og Maria Páldóttir Nólsoy vitja FM1-rásarúmið seint fyrrapartin. Mark Lausen-Marcher kemur eisini framvið dagin fyri EM-lagnudystin móti Íslandi, sum byrjar klokkan 19 mikukvøldið.

Rakul Wardum og Maria Páldóttir Nólsoy undir HM-endaspælinum í Týsklandi í vetur. Tær arbeiða nú fyri, at Føroyar triðja árið á rað skulu til eitt endaspæl á kvinnusíðuni (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum og Maria Páldóttir Nólsoy undir HM-endaspælinum í Týsklandi í vetur. Tær arbeiða nú fyri, at Føroyar triðja árið á rað skulu til eitt endaspæl á kvinnusíðuni (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-07 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, mikukvøldið, klokkan 19 bresta føroysku og íslendsku hondbóltskvinnurnar saman við Tjarnir, har eitt EM-pláss er uppá spæl.

Les meira: Lagnudystur við Tjarnir mikudagin

Myndir: Frá Hoydølum til hondbóltsbrak

FM1 sigur sjálvandi frá tí týðandi dystinum, samstundis sum Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum. Og í dag halda vit fram við at hita upp. 

Hetta gera vit fyrst saman við landsliðsprofilunum Rakul Wardum og Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum vitja FM1-rásarúmið klokkan 11. Har fara málverjin og bakspælarin millum annað at seta orð á gongdina hjá landsliðnum, og hvussu tær síggja fram til Føroyar - Ísland í morgin, har ein sigur sendir Føroyar til enn eitt endaspæl.

Eisini verður ítróttarstjórin í Hondbóltssambandi Føroya, Mark Lausen-Marcher, við í beinleiðis útvarpssendingini.

[object Object]

Mark Lausen-Marcher undir HM-endaspælinum í november-desember. Ítróttastjórin vónar sjálvandi, at føroysku kvinnurnar triðja árið á rað skulu til eitt endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)


Lurta eftir FM1 her - sendingin verður eisini løgd út á FM1 og Portalin seinni.

Sí eisini: Súna Krossteig Hansen: - Eru svangar at okkum sum ta betra liðið (Video)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder