
27 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er aftur føroyameistari í talvi.
Langa fríggjadag vann hann fimta FM-sigurin higartil. Nú restar bara ein FM-sigur í til at leggja seg upp á síðuna á stórmeistaranum Helga Dam Ziska, sum av núlivandi føroyskum telvarum eigur flestar FM-sigrar.
Av okkara bestu telvarum hevur Høgni verið ein hin ídnasti luttakarin í Landsliðsbólkinum seinnu árini í árligu FM-einstaklingakappingunum í klassiskum standardtalvi. Sum nýklaktur altjóða meistari var hann rímiligt favorittur at vinna í ár, men ikki óvæntað gav meistarin árið fyri, Luitjen Akselsson Apol, honum skarpan gang.
Teir báðir góvu okkum undirhaldið og spenningin til síðsta leik. Báðir eru framfarnir hetta seinasta árið. Luitjen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í fjør, tá ið hann vann føroyameistaraheitið eftir umdyst við brøðurnar Høgna og Rógva. Og á talvolympiaduni í Prag í fjør heyst vóru tað ikki minst Høgni og Luitjen, sum gjørdu bart. Høgni tryggjaði sær heitið sum altjóða meistari, og Luitjen tók fyrsta stikkið av trimum til sama heiti. Báðir hava fingið eitt meira búgvið telvingarlag. Eitt altjóða snið er komið yvir teir. Teir eru okkara triði- og næstbestu telvarar. Omanfyri teir báðar trónar stórmeistarin Helgi Dam Ziska.
Helgi hevur vunnið FM seinastu fimm ferðirnar, ið hann hevur luttikið. Men líkt er ikki til, at hann er so altráur at vinna FM á hvørjum ári longur. Ella tíansheldur at fara eftir gamla FM-metinum hjá Palla Henriksen. Helgi setti sær longu sum heilt ungur størri mál enn at vinna fleiri FM enn nakar annar. Hann fór ofta heldur út í heim at telva um páskirnar. Hann miðaði sum kunnugt eftir at gerast stórmeistari, og rakk tí málinum við miðvísari langtíðarætlan.
Nú vit eiga bæði stórmeistara og altjóða meistara í Føroyum, hevði árliga FM-kappingin fingið kærkomna upphevjan, høvdu báðir givið seg í kapping hvør móti øðrum um FM-heitið í standardtalvi (langtalvi). Men tað er ikki altíð, at teir bestu eru teir ídnastu í kappingini um meistaraheiti landsins. Magnus Carlsen hevur ikki lagt í at endurvinna norska meistaraheitið eftir at hann vann tað á fyrsta sinni í 2006, fremsti telvari Bretlands í drúgt áramál, Tony Miles, vann enska meistaraheitið bara einaferð (1982), og fleiri vita, at danski talvkongurin, Bent Larsen, gavst at telva um DM eftir ruddiliga sigurin í 1964, tá ið hann eisini taldsmis millum mætastu telvarar úti í heimi. Tá ið hann nógv ár eftir tað gjørdi eina roynd at endurvinna DM-heitið, var hann ov seinur á sjóvarfallinum, tí nú høvdu aðrir, yngri landsmenn yvirhálað hann.
Mest sannlíkt er tí, at Høgni Egilstoft Nielsen innan nøkur ár stendur við metinum sum føroyski FM-kongurin í talvi.
Luitjen kann sjálvandi gerast ein avbjóðari. Og hvussu við Rógva Egilstoft?
Ella hvat man Helgi ætla?
Føroyameistarar 2014-2025
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
2024 Luitjen Akselsson Apol, HT
2025 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
Flest FM-heiti
Palli Henriksen, HT 9 FM-sigrar (1938-1952)
Helgi Dam Ziska, HT 6
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5
Heini Olsen, KTF 5
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3
Trý feløg
Í landskappingini eru trý feløg, sum serliga gera um seg. Havnar Telvingarfelag, Sandavágs Talvfelag og Klaksvíkar Talvfelag. Og tað vóru eisini telvarar úr hesum trimum feløgum, sum vunnu teir ymsu bólkarnar í FM.
Vágamaðurin vann sterkasta bólkin, klaksvíkingar vunnu 1 bólk og almenna bólkin, og unglingameistarin er úr Havn. Unglingasigurin var vunnin á føðingardegi felagsins, 18 apríl. Baldur B. Jørgensen er unglingameistari nummar 22 hjá Havnar Telvingarfelag síðan 1973, tá fyrsta FM-kappingin var.
1 bólkur - vinnarar 2021-2025
2021 Janus Skaale, KTF
2022 Heðin Gregersen, KTF
2023 Torkil Nielsen, ST
2024 Eingin kapping
2025 Flóvin M.Tummasarson, KTF
Almenni bólkurin - vinnarar 2019-2025
2019 Heðin Gregersen, KTF
2020 Flóvin M. Tummasarson, KTF
2021 eingin kapping
2022 Brandur Højgaard, RT
2024 Elias Petersen, HT
2025 Bogi á Kósini, KTF
Unglingar - vinnarar 2016-2025
2016 Kaj Olsen, HT
2017 Jón í Horni Nielsen, ST
2018 Luitjen A. Apol, HT
2019 Benjamin Reinert Fjallheim, HT
2020 Elias Petersen, HT
2021 Brestir Samuelsen, HT
2022 Jónas Sólsker, KTF
2023 Petur G. Magnussen, HT
2024 Lisa J. Xin, HT
2025 Baldur B. Jørgensen, HT
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald