Fótbóltur

Korona kann ávirka uppflytingarfinaluna á Sandi

B71 er rakt av koronu. Alt bendir á, at uppflytingarfinalan í 1. deild, sum eftir ætlan skal spælast leygardagin verður útsett.

(Mynd: Olena Goffe)

(Mynd: Olena Goffe)

2021-10-28 22:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B71-liðið í 1. deild er rakt av koronu. Tað váttar Karl Vidtfeldt, formaður í B71, fyri heimasíðuni bolt.fo. Tískil er vandi fyri at uppflytingarfinalan millum B71 og AB, sum eftir ætlan skal spælast leygardagin, verður útsett.

Onkur í familju hjá leikarum var testaður positivur, og tí varð allur hópurin hjá B71 kannaður. Tað vísti seg at minst tveir leikarar hava koronu og tveir aðrir leikarar eru koyrdir í sóttarhald, upplýsir Karl Vidtfeldt fyri heimasíðuni.

Dysturin er í seinasta umfari í 1. deild í ár, og er avgerandi fyri hvør flytur upp í Betri deildina næsta kappingarár.

AB hevur 43 stig, og klárar seg við einum javnleiki, meðan B71 við 41 skal hava ein sigur í hús.

- Vit hava sent FSF boð um okkara støðu og eg dugi ikki at ímynda mær, at nakar dystur verður leygardagin, sigur Karl Vidtfeldt við bolt.fo.

Síðsta sunnudag ávirkaði korona eisini fótbóltin. Tað var í Betri deildini tá B36 og NSÍ skuldu hittast í næstseinasta dystinum í ár. Stutt undan dystinum var koronatilburður staðfestur í hópinum, og seks leikarar eru settir í sóttarhald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder