Annað

Krabbameinsfelagið fekk yvir 22.000 krónur frá Bragdinum

22.250 krónur var upphæddin, sum kom inn gjøgnum tiltakið "Føroyar Renna", sum Bragdið við stuðli frá Tórshavnar kommunu, skipaði fyri 7. juni.

Frá vinstru: Annika Olsen, borgarstjóri, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í KMF, Ann-Mari av Skarðið og Ann Thomsen frá Bragdinum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Frá vinstru: Annika Olsen, borgarstjóri, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í KMF, Ann-Mari av Skarðið og Ann Thomsen frá Bragdinum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-07-20 20:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

7. juni skipaði Bragdið, við stuðli frá Tórshavnar kommunu, fyri tiltakinum "Føroyar Renna".

Luttøkan var ókeypis, men luttakarar og onnur kundu eftir hugi og førimuni lata nakrar krónur, sum Bragdið síðan lat Krabbameinsfelagnum.

Inn komu 22.250 krónur, og tær handaðu Ann Thomsen og Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum í dag Jansy Gaardlykke, sum er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum.

Hjástødd var Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum eisini er íðin rennari.

Upphæddin er ikki markað til nakað ávíst tiltak, men fer til fleiri av teimum mongu hjálpartiltøkunum, sum Krabbameinsfelagið skipar fyri innan stuðul og ráðgeving til sjúkra- og hjálparbólkar og annað, sigur Jansy Gaardlykke.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder