Fótbóltur

Kroatar koma á Tórsvøll í september

Taptu eftir brotssparkskapping móti Fraklandi í Nations League í kvøld og enda harvið í HM-undankappingarbólkinum hjá Føroyum.

Um hann ikki gevst áðrenn ella verður skaddur, so kemur Luka Modric allarhelst til Føroya í september (Savnsmynd: EPA)

Um hann ikki gevst áðrenn ella verður skaddur, so kemur Luka Modric allarhelst til Føroya í september (Savnsmynd: EPA)

2025-03-24 00:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður Kroatia, sum kemur í undankappingarbólkin hjá Føroyum sum tað fimta og seinasta liðið. Hetta er greitt eftir seinna Nations League play-off dystin hjá kroatum móti Fraklandi í kvøld.

Tað sá annars út til, at Frakland fór "at enda í Føroyum". Kroatia vann fyrra dystin 2-0 í Split, men eftir 90 minuttir í París-økinu í kvøld stóð eisini 2-0 á máltalvuni. Málini hjá Micheal Olise og Ousmane Dembelé sendi uppgerðina í longda leiktíð, og tað endaði eisini í brotsparkskapping.

Har vóru fraklendingar tað stinnari og vunnu 5-4. Harvið fer Frakland víðari til Nations League-hálvfinalurnar í juni, har HM-pláss eisini er uppá spæla.

Talan er um eina meira torskilda skipan nú, men ósigurin hjá Kroatia í kvøld hevur við sær, at liðið skal spæla átta HM-undankappingardystir í ár - tann fyrsti verður 6. juni á Gibraltar.

Tveir av dystunum verða móti Føroyum. Kroatia kemur inn í bólk L sum hægst styrkismetta liðið. Luka Modric og hinir vitja á Tórsvølli 5. september. Føroyar enda undankappingina í Kroatia 14. november.

Føroyar og Kroatia hava ongantíð spælt móti hvørjum øðrum í A-landsliðshøpi. Dysturin í Montenegro týskvøldið verður eisini tann fyrsti millum manslandsliðini hjá Føroyum og Montenegro

Bólkur L
1. Montenegro 3 stig
2. Kekkia 3 stig
3. Kroatia 0 stig *
4. Føroyar 0 stig
5. Girbraltar 0 stig

*Ongan dyst her
Ovasta liðið eftir átta dystir kemur til HM-endaspælið í 2026. Tvey'arin endar í Play-off umfarinum

2. umfar - týsdagin 25.mars
Gibraltar - Kekkia
Montenegro - Føroyar

Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45 føroyska tíð. Portalurin er í løtuni á staðnum í Podgoricia og hevur ymiskt tilfar upp til dystin, undir hinum og eftir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder