Fótbóltur

Kroatia vunnið sær HM-heiðursmerki á triðja sinni

Fyri lutfalsliga lítlu fótbóltstjóðina av Balkan er talan um megnar avrik. Seinnpartin vunnu kroatar 2-1 á Marokko í søguligum bronsudysti.

Kroatar fegnaðust um enn eitt HM-heiðursmerki (Mynd: EPA)

Kroatar fegnaðust um enn eitt HM-heiðursmerki (Mynd: EPA)

2022-12-17 20:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var fyrstu ferð, at eitt afrikanskt lið spældi um eitt heiðursmerki í einum HM-endaspæli heilt til endans. Tað eydnaðist tó ikki Marokko at basa Kroatia, sum fyri aðru ferð í sínari lutfalsliga stuttu HM-søgu hevur vunnið ein bronsudyst.

Tað gjørdi liðið hjá Zlakto Dalic við 2-1 sigri seinnapartin. 20-ára gamli miðverjin, Josko Gvardiol, ið hevur fingið eitt størri altjóða gjøgnumbrot í endaspælinum, legði longu Kroatia á odda í 7. minutti eftir eina smarta frísparkssamanseting, har Ivan Perisic legði bóltin innfyri málið við høvdinum.

Bert tveir minuttir seinni átti Marokko fríspark. Innleggið frá Hakim Ziech rakti ein kroata í høvdið, og bólturin stakk til Achraf Dari, ið javnaði.

Mislav Orsic átti seinasta orðið í fyrra hálvleiki, tá hann úr spískum snúraði bóltin inn umvegis longra stólpan. Hetta málið gjørdist avgerandi. Í seinna hálvleiki var týðiligt, at liðini manglaðu nakað av orku. Tað mest áhugaverda, ið hendi afturat var kanska, at bæði liðini vildu hava brotsspark, og serliga teir Marokko - ið jú veruliga tørvaðu eitt mál - kendi seg snýttar av dómaranum, sum var úr Katar.

[object Object]
Modric og Dalic - stjørnuleikarin og venjarin endaðu við silvuri seinast. 37-ára gamli Luka Modric segði eftir dystin, at hann ikki ætlar sær at gevst á landsliðnum enn (Mynd: EPA)
 

Hetta hjálpti tó ikki, og kroatar fingu bronsuheiðursmerki. Hetta var sættu ferð, at Kroatia var við til eitt HM-endaspæl - tríggjar ferðir er liðið farið avstað við einum heiðursmerki. Hetta er sera flott; serliga fyri eitt land, ið hevur undir fýra milliónir íbúgvar.

HM-finalan millum Argentina og Frakland verður bríkslað í gongd í morgin klokkan 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder