Kroatiska landsliðshetjan Mario Mandzukic hevur í dag boðað frá, at hann hevur spælt sín síðsta dyst fyri kroatiska landsliðið. 32 ára gamli áleyparin skoraði fyri júst einum mánað síðani 2-1 málið móti Onglandi í HM-hálvfinaluni, sum sendi Kroatia í HM-finaluna.
Mandzukic, sum til dagligt spælir við Juventus í Italia, skrivaði á sínum Instagramvanga í dag, at hann hevur tikið avgerð um at steðga við landsliðsfótbólti. Hann skrivar, at avgerðin var lættari at taka, eftir at Kroatia stóð seg so væl í HM í Russlandi í summar.
Mario Madzukic spældi 89 landsdystir og skoraði 33 mál. Millum annað skoraði hann tað eina málið í HM-finaluni, sum Kroatia tapti 4-2 móti Fraklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald