Fótbóltur

Kronberg leingir við KÍ

35 ára gamli Claes Philip Kronberg, sum kom til KÍ í fjør, tekur tvey ár afturat í Klaksvík.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-29 21:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Claes Philip Kronberg verður verandi bláur tey næstu tvey árini. Tað kunngerð KÍ í kvøld.

35 ára gamli danin kom til Klaksvíkar úr norskum fótbólti í fjør, og hevur leikt 41 ystir og skorað fýra mál fyri KÍ.

- Á vøllinum, bæði til dyst og venjing, er Claes ein leiðaratypa, sum áhaldandi samskiftir við viðleikarnar, sum fremur ein jaligan virknað á liðfelagarnar.  Eisini sigur Mikkjal, at tað er hugaligt at síggja, at hóast Claes er vorðin 35 ára gamal, so hevur hann framvegis stóra svongd, spælgleði, og áhaldandi er forvitin eftir at læra og betra um spæli hjá sær, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari, við heimasíðuna hjá KÍ.

KÍ vann í gjár 2-0 móti AB, og skal longu í eldin aftur hósdagin. Tá er útsetti dysturin móti B36 á skránni við Djúpumýru. Klaksvíkingar eru aftur í ár á meistarakós, og eru á fyrsta plássið við seks stigum niður til Víking. Vinnur KÍ dystin hósdagin, eru níggju stig á muni, og so er annað meistaraheitið á rað at kalla tryggjað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder