Annað

Kurvabóltskvinnurnar vunnu stórt móti Norður-Wales

Føroysku kurvabóltskvinnurnar kunnu fegnast um sigur í Inter-Islands Games.

(Mynd: Kurvabóltskvinnur)

(Mynd: Kurvabóltskvinnur)

2025-07-23 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku kurvabóltskvinnurnar, sum í hesum døgum luttaka í kapping á Ynys Mon í Wales, hava vunnið sín fyrsta dyst í kappingini.

Kurvabóltur var ikki við á oyggjaleikunum á Orknoyggjum, og tí er Inter-Islands Games ein góður møguleiki hjá landsliðsleikarunum at royna seg.

[object Object](Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)

Føroyar vunnu í dag 55-22 móti Norður-Wales eftir at vera á odda 26-16 í hálvleikinum. Maria Suma Poulsen gjørdist dagsins leikari.

[object Object]

Í morgin er frídagur og fríggjadagin verðuir spælt móti Oynni Man.

Hjá kurvabóltsmonnunum hevur gingið væl. Teir hava vunnið allar tríggjar dystirnar higartil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder