Føroyska kvinnulandsliðið setti í gjár kósina ímóti Ungarn og høvuðsstaðnum Budapest, har seinasti útidysturin í hesari kundankappingini verður leiktur fríggjadagin.
Ferðin hevur kortini ikki verið uttan trupulleikar, tí viðførið er seinkað til Ungarn, og tí vóru venjingarklæðini hjá leikarunum ikki komin fram.
Tað bar kortini væl til at venja. Sí myndir niðanfyri úr Budapest, sum Bjarni Enghamar, fotografur hjá FSF, tók fyrr í dag.
Dysturin millum Ungarn og Føroyar verður spældur á Szusza Ferenc Stadion í Budapest fríggjadagin 8. apríl kl. 16.30 føroyska tíð, og hann verður vístur í Kringvarpi Føroya.
Hópurin:
Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Sarita Maria Mittfoss, HB
Birita Ryan, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Herør Hansdóttir Olsen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Norra)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald