Eftir ein óynsktan verður landskappingin hjá kvinnum nú varliga tikin upp aftur. Fyrsti dysturin eftir steðgin verður í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍVB tekur ímóti oddaliðnum KÍ sunnudagin kl. 12:15.
KÍ hevur vunnið allar sínar dystir higartil í ár og má framhaldandi roknast sum greiður favorittur hvørt umfar – eisini sjálvt um sigrarnir ikki hava verið tankavekjandi stórir. Oddaliðið hevur snøgt sagt breiddina, dygdina og hugburðin til støðugt at leggja trý stig afturat á talvuni hvørt umfar.
Hjá ÍVB ræður um at finna stevið á liðnum, sum alt árið hevur verið darvað av skaðum. Nú má felagsliðið eisini klára seg uttan fasta málverjan Hjørdis Nesá, sum er farin av landinum í lestrarørindum og verjuskansan Maibritt Olsen, sum ikki er tøk sunnudagin.
Nakrar broytingar eru gjørdar í leikskránni komandi tíðina, fyri at innheinta mistu umførini.
Fyribils verður spælt uttan áskðarar til og við fríggjadegnum 28. august.
Skráin næstu dagarnar
Sunnudagin 23. august
ÍVB – KÍ kl. 12:15
Mikudagin 26. august
KÍ – EBS/Skála
HB – NSÍ
Sunnudagin 30. august
NSÍ – ÍVB
EBS/Skála – HB
B36 – KÍ
Støðan í Betri deildini
1. KÍ (33 stig)
2. NSÍ (15 stig)*
3. HB (13 stig)
4. ÍF/Víkingur/B68 (12 stig)*
5. B36 (11 stig)
6. EBS/Skála (4 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald