Í gjár kom føroyski landsliðshópurin uppá pláss í Danmark. Í dag hevur venjing verið í Holbæk, har kvinnurnar halda fram til í morgin.
Fyrsta uppgávan í EM-undankappingini verður leiktur í Kwidzyn í Póllandi mikukvøldið klokkan 19.30 føroyska tíð.
Tað er ein ungur hópur, ið Ágúst Johannsson og Sophus Dal Christiansen hava tikið út. Sunnudagin spæla Føroyar á heimavølli, í Høllini á Hálsi, móti Rumenia.
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, H71
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin
Útileikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Durita Toftum, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Fríða á Dunga, Neistin
Guðrið á Borg, H71
Halla Midjord, Kyndil
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast-Herning
Kristianna Henneberg Joensen, Skanderborg
Marita Mortensen, H71
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald