Fótbóltur

Kvinnurnar komnar í gongd

KÍ og NSÍ vunnu sínar dystir meðan B36 og Víkingur leiktu javnt.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-02 12:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Besta landskappingin í kvinnufótbólti fór í gongd í gjár. Kappingin skuldi byrja 11. mars, men eins og hjá monnum, hevur ikki borið til at spælt bólt fyrr enn nú.

Triðja umfar bleiv tí fyrsta umfar, og tríggir dystir vórðu leiktir í gjár. Greipuvinnararnir úr Klaksvík tóku ímóti TB/FCS/Royn, sum framvegis roynir at fóta sær í bestu deildini. Tær bláu vunnu stórsigur 11-0.

[object Object](Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Rebekka Fjallsá Benbakoura, sum er komin úr HB fekk eina góða byrjan, og gjørdi hattrikk fyri KÍ.

Í Sørvági var NSÍ á vitjan hjá 07 Vestur, og máltevið hjá Heidi Sevdal tykist at vera tað sama sum í fjør. Hon skoraði ikki færri enn øll trý málini í 3-0 sigrinum hjá runavíkskvinnum.

[object Object](Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

B36 hevði í Havn vitjan av Víkingi, og tað gjørdist ein spennandi dystur, har liðini skiftust um at skora. Barbara Høgnesen legði heimaliðið á odda longu í øðrum minutti, men góðar tjúgu minuttir seinni javnaði Hjørdis Rasmusdóttir fyri Víking.

Beint fyri hálvleik setti Jiselle Lacerda Dos Santos Souza høvdið á bóltin og legði B36 á odda fyri aðru ferð í dystinum. Tað helt tó ikki, og í 75. minutti javnaði Mona Rasmudóttir og tryggjaði Víkingi eitt stig.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: B36 - Víkingur kvinnur

Landsliðssteðgur er nú hjá kvinnum. A-landsliðið spælir 5. og 8. apríl tveir venjingardystir móti Luksemborg.

KÍ - TB/FCS/Royn 11-0 (5-0)
7’ Rebekka Fjallsá Benbakoura 1-0
22’ Rebekka Fjallsá Benbakoura 2-0
25’ Rebekka Fjallsá Benbakoura 3-0
26’ Jancý Mohr 4-0
40’ Tórun Højgaard Joensen 5-0
46’ Hervør Olsen 6-0
57’ Sjálvmál 7-0
66’ Malena Olsen 8-0
71’ Hervør Olsen 9-0
78’ Durita Hummeland 10-0
90+3’ Durita Hummeland 11-0

07 Vestur - NSÍ 0-3 (0-1)
45+2’ Heidi Sevdal 0-1
46’ Heidi Sevdal

B36 - Víkingur kv. 2-2 (2-1)
2’ Barbara Høgnesen 1-0
24’ Hjørdis Rasmusdóttir 1-1
44’ Jiselle Lacerda Dos Santos Souza 2-1
75’ Mona Rasmusdóttir 2-2

Støðan Betri deildin kvinnur

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder