Fótbóltur

Kvinnurnar spæla um Stórsteypið leygardagin

FM-favorittarnir hjá kvinnum bresta saman í stórasteypadystinum leygardagin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-09 14:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Lagt er upp til eitt sera spennandi kappingarár í bestu kvinnudeildini. Átta lið eru við í kappingini í ár, og í VFF Cup hevur NSÍ givið greið boð um sína styrki, ikki minst, tá tær vunnu 3-1 móti KÍ í finaluni. Men greipuvinnararnir úr Klaksvík hava longu møguleika fyri at reisa seg aftur nú leygardagin. Tá bresta liðini aftur saman á Tórsvølli til síðstu styrkisroyndina áðrenn kappingarbyrjan: Stórsteypadystin. 

Lions Club Tórshavn skipar sum vant fyri Stórsteypadystinum, og peningurin fer í ár til átakið “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái Krossur varðar av. 

Stórsteypadysturin hjá kvinnum verður spældur á Tórsvølli, leygardagin 13. mars klokkan 17.

Atgongumerki verða seld við dyrnar fyri 100 krónur, og vit heitt verður á viðhaldsfólk og áskoðarar um at fylgja koronareglunum. Harumframt verður dysturin vístur beinleiðis á Rás1.

Átta lið í Betri Deildini hjá kvinnum í ár, nevniliga KÍ, NSÍ, HB, B36, Víkingur, EBS/Skála, AB/B71 og 07 Vestur. Kappingin byrjar leygardagin 20. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder