Komandi vikuskiftið skal A-landsliðið hjá kvinnum til HM-undankapping í Minsk Hvítarusslandi, har liðið skal møta vertunum og Sveis.
Føroysk liðið venur saman um dagarnar og koma tær sum spæla í Danmark uppí hópin mikudagin, tá farið verður til Danmarkar.
Korona og sóttarhaldsreglurnar hava viðført avbjóðingar í mun til hópin og í mun til hópin, sum var kunngjørdur eru tvær broytingar. Durita Toftum Joensen og Súna Krossteig Hansen kunnu ikki vera við hesuferð, men kemur Lív S. Poulsen inn í hópin.
Sostatt sær hópurin soleiðis út:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Lív S. Poulsen, StÍF
Ingibjørg Olsen, VÍF
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Anna Brimnes, Ajax København
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Bjarta Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Vendsyssel Håndbold
Brynja Høj, Neistin
Dystirnir verða leiktir í Minsk í Hvítarusslandi. Fríggjadagin kl. 13.00 spæla Hvítarussland og Føroyar og leygardagin kl. 11.00 spæla Føroyar og Sveis. Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkismettum liði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald