Fótbóltur

Kvinnurnar tvey pláss fram á styrkislistanum

Føroyar eru nú nummar 84 á styrkislistanum hjá FIFA fyri kvinnur.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-12-21 23:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Styrkislistin hjá FIFA fyri landslið við kvinnum varð dagførdur herfyri, og Føroyar eru nú at finna sum nummar 84 í heiminum. Á seinasta styrkislistanum vóru Føroyar á 86. plássi, og sostatt eru føroysku kvinnurnar fluttar tvey pláss fram á listanum.

Framgongdin hjá føroyska liðnum í júst farnu undankapping var eyðsýnd, hóast Føroyar endaðu aftast í bólkinum við ongum stigi. Og tá hugt verður eftir styrkislistanum hjá FIFA er somuleiðis greitt, at fleiri av mótstøðuliðunum í bólkinum hava tikið seg nógv fram seinastu árini. 

Noreg var nógv sterkasta liðið í bólkinum, og norsku kvinnurnar teljast framvegis millum heimsins sterkastu landslið á kvinnusíðuni; tær eru í løtuni á 11. plássi, og eru farnar eitt pláss fram samanborið við seinastu styrkismeting. Eisini Wales og Norðurírland eru vorðin sterkari. Wales hevur vunnið seg trý pláss longur upp, og er nú nummar 31 í heiminum, meðan Norðurírland hevur lyft seg frá 55. plássi til 49. pláss a styrkislistanum. 

Einasta liðið í bólkinum, sum er farið aftur, er Hvítarussland, sum er farið frá at vera nummar 53, til nú at vera nummar 56 á listanum. Hvítarussland er samstundis tað liðið á listanum, sum er farið mest aftur, meðan Malta hevur havt størstu framgongdina; tær eru fluttar heili 16 pláss upp og eru nú beint aftanfyri Føroyar á 84. plássi.

FIFA styrkislistin fyri kvinnur sæst her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder