SÍ vann enn einaferða gull, tá sørvingar, í einum spennandi dysti í finaluni hjá Kvinnuunglingum, vunnu á KÍF.
Tá skift varð síðu í 5 setti, førdi KÍF við tveimum stigum, men sigursvandu SÍ genturnar tøku seg síðani spakuliga inn á KÍF, og endin varð, at SÍ vann sera spennandi settið 15-13. Munurin millum liðini var bara, at ein flogbóltsdystur kann ikki enda við javnleiki!
Eisini fyrsta settið var sera javnt og endaði 28-26, men samanumtikið ein sera væl leiktur dystur, og sera góður stemningur í høllini í Trongisvági.
Kvinnuunglingar:
SÍ – KÍF, 3-2 (28-26, 25-17, 23-25, 21-25 og 15-13)
Bestu leikarar vóru:
Eva Gunn Niclasen, SÍ
Jakobina Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF og Eva Gunn Niclasen, SÍ. (Mynd: Flogoltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald