Leygarkvøldið avgjørdi franski áleyparin, Kylian Mbappe, landsdystin í Nations League móti Svøríki, tá hann skoraði einasta málið í dystinum.
Men hann verður ikki við, tá Frakland í kvøld skal spæla móti Kroatia í Paris.
Í gjár kundu fleiri franskir miðlar boða frá, at Mbappe hevur fingið koronafirus. Hann varð tí stongdur frá restini av franska hópinum, og sendur heim.
Fyri viku síðani vórðu fleiri leikarar hjá PSG staðfestir við korona, teirra millum Neymar og Angel Di Maria.
PSG ilskast í dag inn á, at felagið ikki varð kunnað um avgerðina hjá franska fótbóltssambandinum, at Mbappe varð sendur heim uttan kunning.
- Tað kann ikki góðtakast, at vit frætta í pressuni, at ein av okkara leikarum hevur fingið staðfest korona, sigur stjórin í PSG.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald