Ein dystur í SMS-deildini varð leiktur í gjárkvøldið. Kyndil vitjaði í Klaksvík og skuldi royna at leggja nakað av sjógvi millum seg og liðini beint aftanfyri.
Stjørnan var í tveimum førum í 1.hálvleiki á odda við tveimum málum, men so rann Kyndil frá eina løtu - millum annað við fimm málum frá 17-ára gomlu Natasju Hammer, ið veruliga hevur gjørt um seg í seinastuni.
Í 2. hálvleiki hekk heimaliðið í, og støðan gjørdist 25-25, tá átta minuttir vóru eftir. Men Kyndil var stinnari seinastu minuttirnar og fekk ein tvey-máls sigur og tvey stig við sær suður.
Harvið er Kyndil aftur einsamalt oddalið.
SMS-deildin
KÍ-høllin, týsdagin 3. mars
Stjørnan - Kyndil 27-29 (13-16)
Toppskjúttar: Tóra Eliasen 8 mál, Natasja Hammer 9 mál
Støðan:
Kyndil 24 (16 dystir)
Neistin 22 (16 dystir)
VÍF 22 (15 dystir)
H71 20 (15 dystir)
Stjørnan 9 (16 dystir)
StÍF 7 (16 dystir)
VB (14 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald