Undan dagsins dysti á Hálsi var ein av høvuðsspurningunum, um StÍF veruliga megnar at bjóða Kyndli av í hesari finalurøðini. Eftir fyrsta dystin er ógvuliga lítið, sum bendir á tað, og at talan verður um fleiri enn tríggjar finalur.
Kyndil setti av álvara StÍF uppá pláss. Tað gingu ellivu minuttir til StÍF kom á talvuna, og tá hevði Turið Arge Samuelsen skorað fýra mál - øll í dystinum fram til tá. Útiliðið hevði tvey leikbrá tíðliga og royndi at finna ymiskar loysnir fyri at forða nummar 33 og fyri at loysa sterku Kyndils-verjuna upp og síðani skjóta væl framvið Jovanu Stanjanac. Einki av hesum eydnaðist tó.
Kyndil spældi sterkt og sannførandi við góðari blanding av royndum spælarum og nøkrum yngri. Bára Krossteig Hansen skipaði spælið væl, og so vóru Turið og hinar sum heild ógvuliga sannførandi; hóast Momoko Debes eisini hevði nakrar stórbjargingar.
Natasja Hammer kom uppá fimm mál, men fyrrverandi Kyndla-spælarin fekk ikki heilt flog í sítt spæl - tað gjørdi StÍF sum heild als ikki. Her er yngra systir Natasju, Barbara, við at støðga henni (Mynd: Sverri Egholm)
Jovana hevði góðar fyritreytir í málinum, men hon gjørdi eisini sítt (Mynd: Sverri Egholm)
Ein av fáu ferðunum har StÍF hevði tamarhald á Turið Arge Samuelsen. Besti spælarin í SMS-deildini gjørdi bart - við slíkum avrikum er at undrast á, hví Turið ikki sæst á bakkinum á landsliðnum í løtum í øllum førum (Mynd: Sverri Egholm)
Í verjupartinum eydnaðist at tálma Natasju Hammer - nakað sum Neistin ikki fekk í hálvfinalunum. Innspølini til Malena Madsen eydnaðust sjálvdan. Bjarta Johansen og hinar høvdu tamarhald á støðuni allan vegin, hóast StÍF fekk eitt sindur meira glið á út á fyrra hálvleik við millum annað fyrstu bylgjuni. Í fleiri førum revsaði Kyndil hinvegin, tó útiliðið gjørdi alt ov nógvar tekniskar villur - serliga í 1. hálvleiki.
Tað var 18-9, tá liðini fóru at hvíla seg á Hálsi. Dan Muurholm Jurgensen hevði nógv at siga í steðginum, men tað var sum so greitt, at spuringurin var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Venjarin hjá StÍF tók leikbrá tvær ferðir fyrsta korterið, men lítið var sum Dan og hansara lið fingu at eydnast í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Sterkur dystur hjá Geir Wardum og hansara liði (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir her
Geir Wardum fekk spart eitt sindur, og móti endanum var tað so at siga U18-liðið hjá Kyndli, sum var á vøllinum. Munurin øktiskt rímiliga skjótt, og tað gjørdist ljótt fyri StÍF.
Luftin fór so at siga heilt úr dystinum, hóast nakrar flottar atgerðir vóru - framvegis frá Turið Arge og so nøkrum ungum spælarum á báðum liðum. Tað tyktiskt at verða nærum ein semja um, at "vit hittast aftur mikukvøldið við fullari megi".
Tá skal StÍF koma við nøkrum heilt øðrum - bæði í álopi og verju - um hetta skal verða ein spenanndi finalurøð. Málmunurin merkir sum so einki, men tey 18 málini, ið vóru á muni á Hálsi í kvøld, skaða sjálvsvirðið hjá StÍF nakað og bera als ikki boð um, at talan er um tveir javnlíkar í einari finalurøð.
Tær í grønum spældu við nógvari megi, stórari hugsavna og einum avriki ið er einum greipuvinnara virðiligt. Um Kyndil megnar at vinna "í pottinum" á Skála mikukvøldið, so verður FM allarhelst avgjørt longu leygardagin á Hálsi.
Fjeppararnir hjá StÍF hava gjørt stóran mun seinastu dystirnar, men í dag gjørdi Kyndil sítt til, at tey av Skálafjørðinum vóru meira kúrr hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)
Hinvegin høvdu heimaáskoðarnir nógv at smílast at og klappa fyri (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrsta FM-finalan í SMS-deildini
Í dag, sunnudagin 28.04
Kyndil (1) - StÍF (0) 36-18
Dystargongd:
5 min: 2-0
10 min: 4-0
15 min: 8-2
20 min: 12-4
25 min: 15-6
30 min: 18-9
35 min: 20-11
40 min: 23-11
45 min: 26-12
50 min: 29-14
55 min: 34-17
60 min: 36-14
Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen 15 mál, Natasja Hammer 5 mál
Sí dómaraseðil og alla dystargongdina her
Sí eisini: Myndir: Kyndil setti StÍF uppá pláss
FM-finala nummar tvey verður spæld á Skála mikudagin 1. mai klokkan 18. Fyrsta liðið til tríggjar sigrar gerst føroyameistari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald