Tað eydnaðist í kvøld kvinnuliðnum hjá Kyndli at vinna steypafinaluna ímóti H71. Hoyvíkskvinnur hava annars verið flúgvandi seinastu tíðina og hava klárað seg væl í evropeisku kappingini.
Kyndil og H71 vóru tendraði frá byrjan, og hóast hoyvíkskvinnur vóru á odda stóran part av dystinum, hingu kyndilskvinnur í. Tá 60 minuttir vóru leiktir var støðan 29-29, og neyðugt var tí við longdari leiktíð.
Nógvi spenningurin helt fram í longdu leiktíðini, men til allarsíðst var neyvleikin ikki til staðar hjá hoyvíkskvinnum, meðan serliga Turið Arge Samuelsen spældi framúr.
H71 hevur seinastu tvey árini vunnið steypakappingina hjá kvinnum, men í ár eydnaðist tað so ikki.
Úrslitið gjørdist 36-34 til Kyndil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald