Hondbóltur

Kyndil koppaði Neistanum

Tær í grønum vóru stinnari móti endanum av granna- og oddauppgerðini á Hálsi og vunnu við trimum málum. Kyndil og Neistin eru jøvn í stigum eftir átta dystir hvør.

Turið Arge Samuelsen toppskjútti í grannauppgerðini. Hon skoraði 13 mál, tá Neistin tapti fyri fyrstu ferð í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen toppskjútti í grannauppgerðini. Hon skoraði 13 mál, tá Neistin tapti fyri fyrstu ferð í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-07 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey hava vunnið á øllum hinum, og nú hava tey vunnið vunnið eina ferð ímóti hvørjum øðrum. Grannarnir í Havn eru sterkast í SMS-deildini, og eftir dystin á Hálsi í kvøld eru liðini púra jøvn í stigum (14).

Neistin er tíggju mál betri, men í kvøld var Kyndil trý mál betri, tá samanum kom. Kyndil byrjaði eisini betri. Verjan var sterk, og tað gingu næstan átta minuttir til Neistin skoraði. Tað tyktiskt sum tær í bláum skuldu líka venja seg við at spæla uttan Bjørk Franksdóttir Joensen. Hon hevur verið flúgvandi í ár. Vinstri bakkurin skoraði til dømis 13 mál móti StÍF í síðstu viku, men Bjørk var ikki tøk í kvøld.

[object Object]
Bjørk Franksdóttir Joensen, ið her steðgar Báru Krossteig Hansen í hálvfinaluni í fjør, manglaði hjá Neistanum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
[object Object]
Kyndil fekk steðgað Neistanum væl í løtum í dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ístaðin tók Maria Pálsdóttir Nólsoy størri ábyrgd og hevði hon fleiri heilt flott mál, har nummar 7 tók sakina í egnar hendur. Anna Sigrunadóttir Mikkelsen hevði eisini nógv góð mál úr bakketuni, og sum heild kom Neistin væl fyri seg í 1. hálvleiki, sum endaði 12-10 til tær í bláum. Verjan fekk skjótt betur fatur á, Silja Arngrímsdóttir Müller kom eisini inn í málið og hevði nakrar góðar bjargingar, og Kyndil tykiskt ikki heilt finna stevið aftur fyrrenn nakrar minuttir inn í 2. hálvleik - tá kom álopsmaskinan av álvara í gongd.

Tað var 11-15 einaferð, men skjótt gjørdist talan um heilt javnan dyst aftur. Neistin royndi at fara frá aftur, men Kyndil hekk allatíðina í og gjørdi bart seinastu løtuna. Verjuparturin eydnaðist væl, og álopsspælið var effektivt. Bára Krossteig Hansen fekk nøkur umráðandi mál, og sum so ofta fyrr gekk Turið Arge Samuelsen á odda. Hon gjørdist toppskjútti í kvøld við 13 málum.

Tað fór frá 23-21 til Neistan til 25-23 til Kyndil uppá tríggjar minuttir, og so hildu tær í grønum fast. Tvey týdningarmikil stig til Kyndil, og tað er lagt upp til spenning í oddinum millum hesi bæði liðini.

SMS-deildin 8. umfar
Høllin á Hálsi 7. november
Kyndil - Neistin 28-25 (10-12)

Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen 13 mál, Maria Pálsdóttir Nólsoy 10 mál

[object Object]
Allir málskjúttar síggjast her - tað og øll dystargongdin er eisini á hsf.fo


Støðan í SMS-deildini:

[object Object]
Dystaryvirlitið er her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder