Tað komu 71 mál í hálvfinaluni í Klaksvík í kvøld, har bæði H71 og Stjørnan skoraðu 35 ferðir. Hoyvíkskvinnur fingu tó eitt fleiri enn tað og liggja nú heilt væl fyri til finalupláss: Steypavinnararnir kunnu tryggja sær finaluplássið á heimavølli leygarkvøldið.
Les eisini: H71 hálaði sigurin heim í Klaksvik
Í Høllini á Hálsi komu langt frá eins nógv mál, og var tað Neistin, ið veruliga hevði trupulleikar við at skjóta mál. Grøni verjumúrin hjá Kyndli við Bjartu Johansen og Nadju Pejovic í miðjuni var væl bygdur upp, og eydnaðist tað at koma ígjøgnum, vardi Jovana Stranjanac í fleiri førum fyri.
Neistin skoraði bert trý mál fyrstu 18 minuttirnar, og hóast Kyndil hevði sínar løtur, har tær í grønum einki mál skoraði, so øktist munurin so líðandi. Neistin royndi seg við 7 ímóti 6, yvirtalsspæli í álopinum, men hetta gava meira kontramøguleikar til Kyndil, ið gagnnýtti hetta. Turið Arge Samuelsen dusaði sær av álvara seinastu løtuna fyri steðgin, har nummar 33 skoraði fimm ferðir uppá sjey minuttir. Samanlagt var Turið Arge ikki til at steðga: Hon skoraði 16 mál í dystinum.
Kyndil skoraði samanlagt 16 mál í fyrra hálvleiki - tvífalt so nógv sum Neistin. Turið og Kyndil løgdu eisini væl fyri eftir steðgin, og tær í bláum vóru ongantíð nær við at fáa dystin javnan aftur. Tað var ein løta á tíggju minuttir í seinna helmingi av seinna hálvleiki, har Neistin als ikki skoraði. Tær tyktust at hava mist vónina, og munurin kom upp á tólv mál (15-27). Seinastu smáu fýra minuttirnar skoraðu tær í bláum so fýra mál - tá hevði Kyndil tó skift nógv út.
Fyri Neistan er tað gott, at málmunur ikki telur í hálvfinalunum. Um liðið hjá Stine Madsen vinnur sunnudagin, so er 1-1 og ein finala um finaluplássið á skránni í næstu viku. Um hetta skal gerast veurleiki, so skulu tær í bláum fáa loyst álopsspælið og fáa loyst Kyndlisverjuna upp. Í dag eydnaðist millum annað ikki at fáa álopsprofilin Mariu Pálsdóttir Nólsoy í gongd, og so er tað eisini umráðandi, at Neistin fær tálma Turið Arge.
Tær hjá Kyndli skulu halda fast í uppskriftini; byggja á góða verjupartin og nýta kontraspælið væl. Í dag var Bára Krossteig Hansen aftur á vøllinum fyri Kyndli, og kann hetta vera sera umráðandi fyri Kyndil. Grannarnir hittast aftur í Høllini á Hálsi sunnduagin klokkan 15.
FM-hálvfinalur í SMS-deildini
Mikudagin 19.04 - nummar 1
Neistin - Kyndil 19-27 (8-16)
Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen 16 mál, Nadja Pejovic 5 mál, Nuunu Marie Lukassen (Neistin) 4 mál
Dystargongdin:
5 min: 0-2
10 min: 2-4
15 min: 3-7
20 min: 4-9
25 min: 6-12
35 min: 9-19
40 min: 11-20
45 min: 14-23
50 min: 15-24
55 min: 15-27
Stjørnan - H71 35-36 (20-20)
Toppskjúttar:
Stjørnan: Julia Nalivko 8 mál, Sonja Sirdal á Bergi 8 mál, Tóra Eliasen 7 mál
H71: Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál, Lukka Arge 6 mál
Les meira um tann dystin her
Hálvfinalur nummar tvey - møguliga avgerandi:
Leygardagin 22.04
18.00: H71 - Stjørnan
Sunnudagin 23.04
15.00: Kyndil - Neistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald