Hondbóltur

Kyndil tók øll á bóli

Botnliðið í landskappingini vann móti oddaliðnum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-21 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var frøi á teimum grønu eftir dystin í Faxe Kondi steypakappingini millum Kyndil og VÍF á Hálsi í kvøld.

Púra óvæntað vann Kyndil dystin móti oddaliðnum í landskappingini 27-25.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil liggur aftast í landskappingini við bara fýra stigum aftaná 14 dystir, men tað er møguliga í steypakappingini, at kyndilsmenn fara at gera seg galdandi í ár. Spæla teir sum í kvøld, ber til at náa langt í øllum førum.

Vestmenningar løgdu annars best út, og komu á odda við trimum málum beinanvegin í dystinum. Men hetta var ein dagur, har nógv riggaði hjá Kyndli, og teir megnaðu at koma inn í dystin, og støðan tá liðini fóru til hálvleik, var 15-12 til heimaliðið.

Eina løtu inn í seinna hálvleik var javnt aftur, 17-17, men so megnaði Kyndil at leggja seg á odda enn einaferð. Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum, var Kyndil á odda við fýra málum 26-22, og megnaði at halda vestmenningum frá at skora nóg nógv mál til at sigurin kom í vanda.

Kyndil vann 27-25, og frøin á bæði leikarum og heimaáskoðarum var ikki at taka feil av. Hetta kom væl við hjá kyndilsmonnum.

Sí myndir frá dystinum

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Toppskjútti hjá Kyndli var Anders Risdal við 11 málum og Julian Olsen gjørdist toppskjútti hjá vestmenningum við tíggju málum.

Við sigrinum í kvøld leggur Kyndil seg á eitt deilt fyrsta pláss í bólki 2 í Faxe Kondi-kappingini saman við Neistanum sum tó hevur betri málmun.

Kyndil - VÍF (27-25) 15-12

Soleiðis verður spælt næstu dagarnar:

Bólkur 1
Leygardagur 23.01.21 kl. 20.00 Team Klaksvík – H71 2
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 H71 – KÍF
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 H71 – Team Klaksvík
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 KÍF – H71 2

Bólkur 2
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 Neistin – Kyndil
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 VÍF – StÍF
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder