Tveir dystir klokkan 17 og tveir dystir klokkan 20. Talan er um síðsta umfar í bólki C og bólki D.
Tað er størst spenningur um dystin í München. Bæði Danmark og Serbia hava sum so fyri neyðuni at fáa stig fyri at vera vís í at koma víðari. Serbia skal vinna, meðan tað hjá dønum nú er heilt greitt, at eitt stig er nóg mikið til í minsta lagi at gerast ein av bestu trý'arunum.
Í donsku miðlunum og millum viðmerkjarar verður nógv tosað um, hvat lið er best hjá Danmark at møta í áttandapartsfinalunum. Men Kasper Hjulmand og hansara menn vita, at hugsavnanin skal liggja í egna avriki, og at hesin dysturin skal spælast fult og heilt, um stig skulu í hús, og plássið skal tryggjast. Í 2021 endaði Danmark á 2. plássi í bólkinum við trimum stigum og betri málúrttøku enn Russland og Finnland.
Ongland er víðari, og javnleikur móti Slovenia kann vera nóg mikið at tryggja 1. plássið Í ensku miðlunum eru tað tó løku avrikini higartil, ið fylla. Tað er EM-heitið, sum er málið, og higartil hevur enska spælið ikki verið nakað at reypa av, og nógvar atfinningar eru. Aðrar taktir skulu síggjast móti Slovenia, sum hevur fyri neyðuni at fáa stig ella ikki tapa ov stórt fyri at koma víðari.
EM 2024 - triðja og seinasta umfar í bólkaspælinum
Í dag, týsdagin 25.06
Bólkur C:
Ongland - Slovenia
Danmark - Serbia
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00.
1. Ongland 4 stig *
2. Danmark 2 stig
3. Slovenia 2 stig
4. Serbia 1 stig
* Víðari
Úr bólk D koma trý lið víðari. Hetta er nærum greitt eftir úrslitini higartil - Eysturríki skal bara ikki tapa ov stórt móti Niðurlondum, so er hetta veruleiki.
Pólland er úti, meðan hini trý kappast um 1. og 2. plássið, ið geva betri treytir til áttandapartsfinalurnar.
Bólkur D:
Niðurlond - Eysturríki
Frakland - Pólland
Báðir dystirnir byrja klokkan 17.00
1. Niðurlond 4 stig *
2. Frakland 4 stig *
3. Eysturríki 3 stig
4. Pólland 0 stig
* Víðari
Yvirlit sæst eisini ovast á portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald