Leygardagin varð tann fyrsta steypafinalan hjá kvinnum síðani 2013, uttan luttøku av VÍF ella Kyndli, spæld. Í kvøld klokkan 18 spæla hesi liðini í Høllini á Hálsi, og harvið fer SMS-deildin hjá kvinnum í gongd aftur eftir steðg á seks og eina hálva viku.
Kyndil er á odda, og tær í grønum eru harvið beinleiðs á veg í hálvfinalurnar. Tað snýr seg um hjá Kyndli at leggja vónbrotið í hálvfinalunum í steypakappingini móti grannunum afturum seg og fara eftir hinum steypinum. Hjá VÍF snýr tað seg at koma innum gáttina. Vestmannakvinnur hava ikki havt eitt serliga gott kappingarár. Í løtuni eru fýra stig upp til StÍF, sum er á 4. plássinum. VÍF hevur leikt tveir dystir færri.
Landsliðsleikarin Sjúrður Olsen og hinir hjá VÍF skulu royna at løna Kyndli ósigurin í steypakappingini aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir dystin hjá kvinnunum eiga menninir hjá somu feløgunum tørn. Har er tað toppur ímóti botni: VÍF hevur 22 stig fyri - Kyndil hevur fýra stig. Teir grønklæddu vunnu tó 27-25, tá vestmenningar vitjaðu í bólkaspælinum í steypakappingini fyri beint yvir einum mánaði síðani. Kyndil og VÍF hava ikki spælt síðani 3. februar, tá bæði vórðu sligið út úr steypakappingini við tapum.
StÍF og H71 hittust í hálvfinalunum nakað eftir hetta. Har gjørdist tað ógvuliga spennandi, men tað vóru hoyvíkingar, ið spældu so seint sum leygarkvøldið, tá 70 minuttir vórðu neyðug fyri at avgera steypafinaluna. H71 kundi annað árið á rað fegnast um tvífalt steypagull, og nú snýr tað seg um hjá monnunum um at miðja eftir finaluplássi í Burn-deildini eisini. Hjá StÍF er tað ikki møguligt at røkka hálvfinaluplássi, nú fýra umfør eru eftir.
H71 vitjaði á Skála fyri 15 døgum síðani í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini
SMS kvinnur
25.02
18.00: Kyndil - VÍF
Støðan
1. Kyndil 23 stig (14 dystir)
2. H71 21 stig (14 dystir)
3. Neistin 19 stig (14 dystir)
4. StÍF 14 stig (15 dystir)
5. VÍF 10 stig (13 dystir)
6. VB 9 stig (15 dystir)
7. Stjørnan 4 stig (15 dystir)
Burn menn
25.02
20.00:
Kyndil - VÍF
StÍF - H71
Støðan
1. VÍF 22 stig (13 dystir)
2. H71 21 stig (13 dystir)
3. Neistin 17 stig (14 dystir)
4. KÍF 15 stig (14 dystir)
5. Team Klaksvík 11 stig (14 dystir)
6. StÍF 6 stig (14 dystir)
7. Kyndil 4 stig (14 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald