Fótbóltur

Landsliðið mátti venda við

Veðurlíkindini í Vágum høvdu við sær, at landsliðið hevur ligið nátt í Aalborg. Hópurin kemur til Føroya seinnapartin.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2020-09-07 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ætlan skuldi føroyska landsliðið í fótbólti, sum vann 1-0 í Andorra seinnapartin í gjár, lenda nakað eftir midnátt.

Men veður og vindur hevur gjørt, at teir ikki eru komnir til Føroya enn. Veðurlíkindini vóru ov vánalig í Vágum, og flogfarið hjá Atlantsflogi mátti seta kósina móti Aalborg í staðin.

Har hevur hópurin ligið nátt, og kemur í Vágar seinnapartin.

Nú verður steðgur í hjá A-landsliðnum hjá monnum í nakrar vikur. Í oktober eru tríggir dystir á skránni. Fyrst venjingardystur í Danmark móti danska landsliðnum 7. oktober og síðani tveir heimadystir móti Lettlandi og Andorra ávikavist 10. oktober og 13. oktober.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder