Í sambandi við landsdystin á útivølli móti Litava, sum verður hósdagin 22. september, skipar FSF fyri fjepparatúri til litaviska høvuðsstaðin, Vilnius
Hósdagin 22. september kl. 19:45, føroyska tíð, spælir A-landsliðið við monnum Nations League dyst á útivølli móti Litava. Dysturin verður á LFF Stadion í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.
Í samband við dystin skipar FSF fyri serstøkum fjepparatúri. Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Vilnius sunnudagin 18. september og heim aftur fríggjadagin 23. september.
Meira kann lesast um túrin á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.
Seinastu dystirnir á hesum sinni
Tað vera teir báðir seinastu dystirnir í hesari Nations League kappingini, sum verða leiktir í september. Dysturin í Litava verður leiktur 22. setpember, og sunnudagin 25. september er Turkaland á vitjan á Tórsvølli.
Við einum sigri á Litava og einum javnleiki móti Luksemborg hava vit higartil fýra stig, og liggja á triðja plássið í okkara bólki sum telur fýra lond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald