
Fleiri av leikarunum í landsliðshópinum eru virknir badmintonleikarar í Danmark, hóast tey eru farin undir hægri lestur har. Hetta vikuskifti luttóku fleiri teirra í kapping í Aalborg, har tey eisini komu heim aftur við fleiri heiðursmerkjum.
Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu í morgun M-kappingina í blandaðum tvímansleiki. Miriam vann í gjár kappingina í einmansleiki í meistarabólkinum.
Rúni fekk silvur í harradouble í M-bólkinum saman við donskum makkara eftir eina tætta finalu í trimum settum, har síðsta settið endaði 27-29. Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus vunnu silvur í A-bólkinum í somu kapping.
- Fyri føroyskt badminton hevur tað alstóran týdning fyri menningina, at bestu leikararnir eru framfýsin og kappast á høgum støði. Ongantíð áður hava so nógvir føroyskir leikarar verið virknir í donskum feløgum og kappingum.
Føroya Badmintonsamband
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald