Tað var við gleði at norska felagið Jerv seinnapartin kunngjørdi, at Sonni Ragnar Nattestad hevði skrivað undir tvey ára sáttmála við felagið í Grimstad.
Men í kvøld er greitt, at hetta verður av ongum, sigur felagið í fráboðan í kvøld.
- FK Jerv og Sonni Ragnar Nattestad hava í dag gjørt av, at taka sáttmálan aftur. Orsøkin er eitt mál, har spælarin hevur verið íblandaður, og sum vit áttu at vitað um, sigur Jerv.
- Málið sum Sonni Ragnar Nattestad var uppi í, er ikki nakað vit sum felag kunnu standa inn fyri ella setast í samband við. Jerv biður um umbering fyri ikki at hava gjørt eitt nóg gott fyrireikingararbeiði, skrivar felagið.
Jerv spældi seg upp í bestu deildina í Noreg í desember, eftir at liðið vann brotssparkskapping á Brann í upp- og niðurflytingardysti.
27 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad hevur seinastu tíðina spælt við írska liðnum Dundalk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald