Fótbóltur

Landsliðssteðgur fyri framman

Eftir 3. umfar í Betrideildini og í 1. deild hjá monnum fríggjadagin og leygardagin, er tað fyri tað mesta landsliðsfótbóltur, sum verður í brennideplinum restina av mars.

Fríggjakvøldið vera Dan í Soylu og Gunnar Vatnhamar mótstøðumenn í Sarpugerði - frá mánadegnum verða teir liðfelagar á landsliðnum restina av mánaðinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fríggjakvøldið vera Dan í Soylu og Gunnar Vatnhamar mótstøðumenn í Sarpugerði - frá mánadegnum verða teir liðfelagar á landsliðnum restina av mánaðinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-17 09:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. umfar í Betrideildini hjá monnum verður skotið í gongd fríggjakvøldið í Sarpugerði, har Víkingur og HB bresta saman. Hinir fýra dystirnir verða leiktir leygardagin, og síðani skal A-landsliðið savnast. 

Tað varð úttikið mánadagin, og liðið hjá Håkani Ericson hevur sínar fyrstu tríggjar HM-undankappingardystir fyri framman. Allir eru á útivølli, og í næstu viku verður nøsin fyrst vend móti Moldova, har spælt verður hósdagin. Leikararnir møta inn tíðliga mánadagin og farið verður úr Føroyum mikudagin.

[object Object]
Håkan Ericson avdúkar her nøvnini á teimum, ið skulu við A-landsliðnum til fyrstu dystirnar í HM-undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Í 1. deild, har dystirnir í 3. umfari verða leiktir fríggjakvøldið og leygardagin, verður byrjað aftur skírsdag (1. apríl) og hinir báðir dystirnir í 4. umfar verða leiktir leygardagn 3. apríl. Tveir dagar seinni - 2. páskadag - er 4. umfar í Betrideildini á skránni.

U21-landsliðið hevur ikki nakran dyst hendan landsliðssteðgin, men ein samlig verður sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, ið byrjar í summar. Hópurin verður sum skilst kunngjørdur í dag ella heilt skjótt. 

Betrideildin hjá kvinnum fer í gongd í vikuskiftinum.


Hópurin hjá A-landsliðnum:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ

Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Vejle (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (Noreg)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Egersunds (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Tróndur Jensen, NSÍ 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (Týskland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne (Noreg)

Skráin: 

Hósdagin 25. mars kl. 19:45
Moldova – Føroyar

Sunnudagin 28. mars kl. 19:45
Eysturríki – Føroyar

Mikudagin 31. mars kl. 19:45
Skotland – Føroyar


3. umfar í Betrideildini hjá monnum

Fríggjadagin 19.03
19.00: HB - Víkingur

Leygardagin 20.03
15.00: B36 - B68
           ÍF - 07 Vestur

16.00: NSÍ - EB/Streymur 
            TB - KÍ


Yvirlit yvir 1. deild hjá monnum sæst her

Yvirlit yvir Betrideildina hjá kvinnum sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder