Hondbóltur

Landsliðsstjørna gjørt trý ára sáttmála við Champions League-felag: - Sterkt signal at fáa Janu til felagið

- Vit hava fingið eitt evropeiskt stórtalent, sum kann menna seg til at verða ein uppaftur størri profilur í Danmark, staðfesta tey í NFH. Har verður Jana Mittún, frá næsta sumri aftur liðfelagi við Maritu Mortensen - og avloysari hjá Mulle.

- NFH hevur høg mál sum felag. Liðið spælir eisini orkuríkan, kreativan og skjótan hondbólt, sum hóskar mær væl, staðfestir Jana Mitún. Júst leikhátturin hjá 22-ára gomlu hoyvíkskvinnuni er nakað, sum dentur verður lagdur á

- NFH hevur høg mál sum felag. Liðið spælir eisini orkuríkan, kreativan og skjótan hondbólt, sum hóskar mær væl, staðfestir Jana Mitún. Júst leikhátturin hjá 22-ára gomlu hoyvíkskvinnuni er nakað, sum dentur verður lagdur á

2026-09-15 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nykøbing Falster Håndbold hevur tryggjað sær ein av teimum mest spennandi ungu spælskiparunum í evropeiskum hondbólti.

Soleiðis skrivar felagið av Falster á heimasíðu sínari, í sambandi við at Jana Mittún er almannagjørd sum NFH-spælari frá sumri 2027.

Søgurnar fóru at ganga um skifti í síðstu viku, sum vit eisini skrivaðu um tá. Nú er greitt, at føroyski profilurin í Viborg skiftir grønt út við gult næsta ár. Hetta verður eftir fýra heil kappingarár í Viborg, har hoyvíkskvinnan hevur ment seg til ein stóran profil í sterku donsku deildini. Sáttmálin millum feløgini stóð at ganga út í 2028, men sum skilst var ein klasulur í: Nú skal stigið takast víðari.

- NFH hevur høg mál sum felag. Liðið spælir eisini orkuríkan, kreativan og skjótan hondbólt, sum hóskar mær væl. Eg vil gjarna vera við at kappast um hægstu plássini og halda fram við mínari menning, sigur Jana Mittún við nfh.dk.

Føroyingurin staðfestir eisini, at hon hevur fingið greitt at vita frá Niels Agesen, høvuðsvenjara, hvør leiklutur hennara verður á NFH-liðnum, og hvussu hon kann menna seg víðari. Og tað er týðandi fyri Janu Mittún.

[object Object]Jana Mittún hevur verið týðandi í serliga álopsspælinum hjá Viborg seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

Á Falster hevur man lagt merki til avrikini til Janu Mittún. Formaðurin í NFH, John Brædder, heldur, at felagið sendir eitt signal við hesi undirskriftini. Venjarin vísir á, at føroyski landsliðsprofilurin fer at hóska væl til leikháttin - og at hon hevur uppaftur størri menningarmøguleikar.

- Hon hóskar ógvuliga til DNA'i hjá NFH og tann skjóta hondbóltin, vit gjarna vilja spæla. Jana leitar altíð eftir møguleikunum frameftir, og við hennara ferð, kreativiteti og móti, kann hon seta uppaftur meira ferð í okkara spæl. Ein orkuríkur og ógvuliga spennandi spælari, sum longu hevur víst, at hon kann standa seg væl á altjóða stigi. Samstundis er hon enn ung og harvið við stórum menningarmøguleikum (Niels Agesen, høvuðsvenjari hjá NfH)

- At vit kunnu fáa ein spælara sum Janu er eitt stertk signal um, hvar NFH er. Hon er longu ein profilur, men hevur eisini tað, sum sum skal til fyri at menna seg til uppaftur størri profil í bæði donskum og altjóða hondbólti (John Brædder, formaður í NFH)

Trý-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnir. Harvið verður Jana Mittún á pappírinum NFH-spælari til 2030.

Felagið kappast um tey fremstu plássini í Danmark og er sterkari enn Viborg í løtuni. NFH er eitt av trimum donskum feløgum í Champions League hetta kappingarárið. Marita Mortensen skifti til NFH í summar og er ein av trimum føroyskum landsliðsspælarunum í Champions League - sunnudagin skoraði Marita tvey mál móti vinnarunum í fjør, Gyor.

[object Object]
Marita Mortensen her við bóltinum til landsiðsvenjing - Jana sæst í vestinum. Marita er longu NFH-spælari (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið skulu hoyvíkskvinnur og landsliðsliðfelgarnir skjótt aftur spæla saman í felagshøpi. Í næstu viku hittast tær og nógvar aðrar til landsliðsvenjing í Føroyum.

Jana Mittún kemur til Nykøbing Falster Håndbold sum avloysari hjá Kristina Kristiansen, sum vanliga verður nevnd "Mulle". Hon hevur spælt í NFH í 11 ár men fyrrverandi danski landsliðsspælarin fær ikki longt sáttmálan, sum gongur út næsta summar. Hetta hevur vakt ans í donskum miðlum í seinastuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder