
Føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir í hesari vikuni fyri EM-plássinum og fyri at enda nummar eitt í sínum undankappingarbólki.
Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør:
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Tvey tey fremstu koma víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.
5. umfar, hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar
6. og seinasta umfar, sunnudagin 11. mai
Niðurlond - Kosovo
Føroyar - Ukraina
(Báðir dystirnir byrja klokkan 17 føroyska tíð)
Fyrra uppgávan verður í "heksaketlinum" í Pristina hóskvøldið. Hondbóltssambandið hevur valt, at liðið ferðast tríggjar dagar áðrenn dystin hesaferð - hetta millum annað tí at túrurin er so langur.
Teir sum flúgva úr Keypmannhavn um hálgvum tíggju tíðina føroyska tíð, skulu flúgva til Istanbul, síðani bíða har í nakrar tímar áðrenn flogið verður víðari til Pristina. Eftir ætlan koma teir á gistingarhúsið um sjey-tíðina føroyska tíð. Her er talan um teir flestu av spælarunum; allir spæla jú og gera annað uttanlands, umframt høvuðsvenjara og málverjuvenjara/fysioterapeut
Nakrir fáir spælarar eru í Føroyum í løtuni - kappingarárini hjá teimum eru liðug - og saman við trimum úr venjara- og leiðaratoyminum, umframt nøkrum afturat, verður farið úr Vágum um eina løtu. Síðani er bíðitíð í Keypmannahavn, áðrenn flogið verður til Zürich, síðani til Skopje og til seinast við bussi yvir um markið til Kosovo.
Tað vera nakrir fáir føroyskir fjepparar til útidystin hóskvøldið.
Portalurin verður við á ferðini, og hava vit ymiskt tilfar gjøgnum vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald