Fótbóltur

Lassin fingið spennandi eygleiðarauppgávu

UEFA hevur útnevnt Lassin Isaksen at vera dómaraeygleiðara til dystin í Champions League deildarspælinum millum AC Milan og Reyðu Stjørnu.

Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2024-12-09 13:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Hetta man vera ein av mínum størstu uppgávum sum dómaraeygleiðari. Tað, at sleppa at vera partur av einum dystin í deildarspælinum í Champions League, kennist eisini sum eitt slag av viðurkenning. Men eg ætli mær ikki at gera mun á hesari uppgávuni, samanborið við aðrar eygleiðarauppgávur, ið eg havi havt fyri UEFA.

Tað sigur dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen, sum skal eygleiða dómararnar á stóra San Siro leikvøllinum í Milano í Italia, har pláss er fyri umleið 80.000 áskoðarum. Dysturin verður spældur mikudagin 11. desember.

Seinastu nógvu árini hava Lassin Isaksen og Niklas á Líðarenda, umboðandi Føroyar, røkt fleiri dómaraeygleiðarauppgávur fyri UEFA. Alt frá yngru kappingunum hjá UEFA, innleiðandi umførunum í Champions League, bólkaspælið í Conference League og Europa League, umframt U21 og ymsar A-landsdystir.

Men nú komið er væl áleiðis í deildarspælinum í Champions League, sum fyrr var bólkaspælið, hevur UEFA útnevnt Lassin Isaksen at vera dómaraeygleiðara í dystinum millum italska stórfelagið, AC Milan, og Reyðu Stjørnu úr Serbia.

Undan dystinum er AC Milan nummar 16 í deildini við níggju stigum, meðan Reyða Stjørna er nummar 31 við trimum stigum.

Niklas á Líðarenda skal eisini í eldin seinni í mánaðinum, tá hann verður dómaraeygleiðari í dystinum í deildarspælinum í Conference League millum svenska liðið, Djurgården og Legia Warsawa úr Póllandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder