Annað

Lata upp fyri tilmeldingum til Tórshavn Marathon

Stóra rennitiltakið næsta ár verður hildin sunnudagin 4. juni.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-09-27 10:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast tað enn eru 250 dagar til Tórshavn Marathon verður runnið aftur, so er longu latið upp fyri tilmeldingini.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023 verður runnið 4. juni komandi ár. Tað er Ítróttafelagið Bragdið, sum skipar fyri.

Eins og undanfarin ár verður Tórshavn Marathon 2023 eitt rennitiltak fyri øll. Møguleiki verður at renna 5 kilometrar, 10 kilometrar, hálvt marathon og heilt marathon. Eisini ber til at ganga eitt hálvt marathon.

Tá ein meldar til, ber til at lata eina stuðulsupphædd til vælgerandi endamál. Eins og í ár hevur Ítróttarfelagið Bragdið gjørt avtalu Alzheimersfelagið, Heilafelagið og Parkinsonfelagið um, at stuðulin, sum kemur inn til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023, verður latin teimum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder