2019-10-29 22:02

Adeshina Lawal, sum seinastu 7 árini hevur spælt fótbólt í Føroyum, tekur komandi ár eitt tørn á liðnum hjá AB, har hann hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.
Hesum boðar Argja Bóltfelag frá á heimasíðu sínari í kvøld.
Doris V. Rasmussen, forkvinna í AB, og Adeshina Lawal (Mynd: Ab.fo)
Adeshina hevur skotið fitt av málum í karrieru síni, og vónandi vera nøkur mál skotin afturat í AB-búnanum komandi ár, vónar argjafelagið.
Adeshina Lawal hevur spælt fyrst 2 ár við B36 og síðani 2 ár við ÍF og 3 ár við Víkingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald