Annað

Kring Føroyar byrjar í dag

Yvir 30 súkklarar leggja til brots í Runavík klokkan 18 í dag. Fimti og seinasti teinurin verður býarsúkkling í Havn sunnudagin 1. juni - samstundis sum Tórshavn Marathon er.

Fimm startar eru - fimm ymiskir dagar og ymsastaðni í landinum

Fimm startar eru - fimm ymiskir dagar og ymsastaðni í landinum

2025-05-28 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Størsta árliga súkkkukappingin í Føroyum fer av bakkastokki í kvøld. Kring Føroyar verður súkklað yvir fimm dagar ymsastaðni í landinum, og roknað verður við nakað yvir 30 súkklarum. Endað verður í høvuðsstaðnum sunnudagin.

Kring Føroyar sá dagsins ljós í 1996. Føroyskir súkklarar høvdu vunnið fleiri heiðursmerkir á Oyggjaleikum í Gibraltar árið fyri, so okkurt mátti spennandi henda. Hetta var ein roynd at skipa fyri einari etapukapping í Føroyum, og í 1997 bleiv tað til eina veruliga kapping yvir fimm dagar, frá mikudag til sunnudag.

Hetta verður so 29. ferð at skipað verður fyri Kring Føroyar súkklukappingini. Kappingin hevur nú navnið "Leif Mohr Kring Føroyar".

Teinarnir - fimm etapur og fimm oyggjar

Fimm startar eru - fimm ymiskir dagar og ymsastaðni í landinum. Fyriskipararnir greiða soleiðis frá, hvussu súkklað verður:

Í ár byrja súkklararnir í Eysturoynni og koyra Borðoy, Viðoy, Streymoy og Sandoy.

Mikudagin 28. mai kl. 18.00  verður lagt fyri í Runavík og koyrt runt Agnið, á Toftir, aftur til Runavíkar og hildið fram allan vegin inn í Skálafjørð út á Skála har vent verður. Skálafjørður verður aftur rundaður og koyrt verur til Skipaneskrossin, um Gøtueiði, gjøgnum Gøtu og gjøgnum tunnilin til Leirvíkar, síðan í undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar og á mál við Effo støðina. Teinurin er 61,65 km. og hæddarmetrarnir eru 940.

[object Object]

Hósdagin 29. mai verður kappast í Norðoyggjum. Bæði startur og mál eru við Effo í Klaksvík og lagt verður fyri kl. 18.00. Koyrt verður til byrgingina til Kunoyar har vent verður, og koyrt verður gjøgnum Árnafjarðartunnilin. Vent verður í Árnafirði og koyrt gjøgnum Hvannasundstunnilin til Norðdepil og Hvannasund, síðan gjøgnum Viðareiðistunnilin til Viðareiðis, og eftir gamla vegi aftur til Hvannasund, til Norðdepil, víðari til Árnafjørð, har vent verður og koyrt gjøgnum tunlarnar til Ánirnar og aftur til Klaksvíkar.

Teinurin er 53,24 km. og hæddarmetrarnir eru 828.

Fríggjadagin 30. mai leggur Sandoyggin asfalt til Leif Mohr Kring Føroyar. Bæði startur og mál eru í Húsavík, har lagt verður fyri kl. 18.00. Súkkla verður í Traðir og runt Sandsvatn, aftur til Skálavíkar har vent verður og koyrt aftur runt Sandsvatn til Húsavíkar, Dals og aftur til Húsavík. Teinurin er 54,69 km. og hæddarmetrarnir eru 970.

Leygardagin 31. mai verður byrjað kl. 14.00 hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi í Havn og koyrt niðan á Sornfelli. Koyrt verður eftir Kaldbaksvegnum og gjøgnum tunnilin til Kollafjarðar, víðari í Kollfjarðardal og eftir Oyggjarvegum niðan í Hundsarabotn og Sornfelli. Teinurin er 28,65 km. og hæddarmetrar eru 810.

Eisini sunnumorgunin 1. juni verður byrjað hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi. Lagt verður fyri Kl. 10 og rutan er Hoyvíksvegur – Yviri við Strond – Jónas Broncksgøta – Hoyvíksvegur.  Hesin teinur er smáar 4 km til longdar og hevur 59 hæddarmetrar. Teinurin verður koyrdur trettan ferðir.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum, sum kunnu fyrikoma tá fyriskipararar, dómarar og løgregla gjøgnumganga teinarnar.

Til ber at síggja meira og fylgja við á lmkringforoyar.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder