Annað

Leif Mohr Kring Føroyar: Jákup Petur gjørdist samlaður vinnari

Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari.

(Mynd: Tórshavnar súkklufelag)

(Mynd: Tórshavnar súkklufelag)

2023-05-22 07:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað gjørdist Jákup Petur Eliassen, ið gjørdist samlaður vinnari av Leif Mohr Kring Føroyar. Hann fekk í posa og sekk, tá hann vann dagsins etapu og somuleiðis vann samanlagt.

Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari. Eisini hon vann dagsins tein, og so gott koyrdi hon, at tað gingu bert 78 sekund frá tí at vinnarin hjá monnum fór um málstrikuna, til Súsanna kom á mál. Meðan Jákup Petur brúkti 1 tíma 47 minuttir og 50 sekund, so brúkti Súsanna 1 tíma 49 minuttir og 8 sekund frá Tjørnuvík til Havnar.

Byrjað var í Tjørnuvík, og so gekk leiðin annars suður gjøgnum Sundalagið. Komnir til Kollafjørð, gekk leiðin gjøgnum tunnilin til Kaldbak. Koyrt bleiv síðan eftir Hvítanesvegnum, eftir Eystara Ringvegi, og síðan niðan eftir Hoyvíksvegnum til Leif Mohr. Nú skuldu tvey finaluumfør koyrast, og gekk leiðin tá eftir Hoyvíksvegnum, eftir Smyrilsvegnum, Staravegnum, og síðan aftur á Hoyvíksvegin.

Nógv at vinna

Øll vunnu á sær sjálvum, og nógv høvdu nógv at vinna. Onkur hevði nógv at tapa.

Jákup Petur vann, men hann fekk, aftur í gjár, harða kapping frá Hilmar Hansen, ið helt seg til taktikkin, sum hann hevði lagt sær fyri dagin. Tað mundi eydnast. Tað hevði higartil verið Jákup Petur sum førdi "taktstokkin", men í brekkuni niðan úr Sandvíkahjalla rykti Hilmar og koyrdi alt sum hann var mentur. Frástøðan aftur til Jákup Petur vaks og vaks, fyri síðan at minka og minka. Teir bjóðaðu aftur hvør øðrum av løtu seinni, men hvørgin vildi geva seg, og tað var tí bert eitt lítið sekund millum nummar eitt og tvey, tá føroya fremstu súkklarar løtu seinni sprintaðu um málstrikuna.

Eisini Andrass Joensen hevði nógv at koyra fyri. Hann lá á einum nokk so tryggum 3. plássi samanlagt, undan seinastu kapping, men hetta vildu aðrir vinna frá honum.

Bogi Gregersen fekk nógvar góðar plaseringar í kappingini. Tvær ferð nummar fýra og tvær ferð endaði hann á einum fimta plássi, undan 5. etapu. Eisini hann hevði nógv at vinna, og vóru tað bæði hann og aðrir súkklarar, ið ynsktu at tað var hann sum megnaði at vinna tað eina av plássinum á sigurspallinum.

Eisini Gunnar Dahl-Olsen droymdi um at vinna samanlagda plássið frá Andrass. Hann royndi tí fleiri ferð at slappa avstað, og serliga ynskti hann at sleppa undan Andrassi.

"Bert" 90 sekund skilti teir báðar. Tað bleiv til fleiri royndir, men ikki fyrr enn í drúgvu brekkuni við Sandvíkahjalla eydnaðist tað. Hetta saman við Jákup Petur, Hilmar og Paula Poulsen. Í Hvítanesbrekkuni vóru teir bara tríggir, og so var "bara" at traðka og traðka.

Løtu seinni blivu tríggir til tveir

Jákup Petur og Hilmar koyrdu undan Gunnari í brekkuni niðan móti Miðlon og Posta.

Hóast settur, so hevði Gunnar nógv at koyra fyri. Einum triðja plássi í seinastu etapu, og einum samlaðum triðjaplássi.

Andrass hevði somuleiðis nógv at koyra fyri. Gunnar kom triðjur um málstrikuna, men tað gingu ikki nógv sekund, so kom Andrass á mál. Men hvussu nógv sekund, var spurningurin.

Við einum sera góðum úrsliti í 1. etapu, tá hann gjørdist nummar tvey í Einkultstartinum, so var endin tann, at Andrass gjørdist nummar trý samanlagt. Jákup Petur nummar eitt, og Hilmar gjørdist nummar tvey samanlagt. Hjá kvinnum var tað, sum áður nevnt, Súsanna Skylv, ið gjørdist samlaður vinnari hjá kvinnum.

Úrslitini frá 5. og seinastu etapu síggjast her, og samlaða úrslitið frá Leif Mohr Kring Føroyar er her.

Sí eisini: Myndir: Leif Mohr Kring Føroyar fimti dagur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder