Dagurin byrjaði við regni, og tað var bæði vátt og grátt. Men tá 1. teinur av Leif Mohr Kring Føroyar byrjaði kl 19.30 skein sólin. Turrur vegur og gott lag á kvinnum og monnum, sum løgdu til brots í fyrstu etapu av ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar.
Kappast varð í Einkultstarti, teinurin var úr Runavík, til Skálabotn, og so aftur á mál í Runavík. Teinurin var 24 kilometrar, og tað tók vinnarinum, Jákup Petur Eliassen, góðar 37 minuttir at koyra teinin. Sigurin var sannførandi og vóru tað smáir tveir minuttir aftur til nummar tvey.
Andrass Joensen gjørdist næstur, og Hilmar Hansen nummar trý. Hilmar kom á mál 1 minutt eftir Andrass.
Sigurin hjá kvinnum var somuleiðis sannførandi, og vóru tað umleið 10 minuttir millum vinnaran hjá kvinnum, Súsanna Skylv, og nummar tvey, sum gjørdist Jana Egholm. Meðan Súsanna brúkti góðar 40 minuttir um teir 24 kilometrarnar, so brúkti Jana góðar 50 minuttir. Nummar trý hjá kvinnum gjørdist Anida Johannesen.
Í morgin verður kappast í Landavegsúkkling og tá gongur leiðin úr Norðskála, um Eiðisskarð, um Gøtueiði, til Leirvík, og so gjøgnum undirsjóvartunnilin til Klaksvík. Málið er við Effostøðina í Klaksvík.
Kappingin byrjar kl 13, og roknað verður við, at vinnarin fer um mállinjuna um 15-tíðina.
Tað eru fimm etapur í Leif Mohr Kring Føroyar, og sunnudagin verður samlaði vinnarin kosin.
Úrslit frá 1. etapu kunnu síggjast á leinkjuni niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald