Fótbóltur

Leikarar hjá Mönchengladbach frásiga sær part av lønini

Hetta er fyri at hjálpa felagnum, so tað ikki kemur í størri fíggjarligt óføri . Fleiri feløg og leikarar kring heimin gera fíggjarlig átøk, nú koronavirusi av álvara herjar.

Borussia Mönchengladbach og hini feløgini í Týsklandi eru rakt av nógvum mistum inntøkum (Mynd: EPA)

Borussia Mönchengladbach og hini feløgini í Týsklandi eru rakt av nógvum mistum inntøkum (Mynd: EPA)

2020-03-20 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú fótbólturin kring Evropa liggur stillur, missa feløgini nógvar inntøkur hvørja viku. Í stóru deildunum, millum annað Bundesligaini, er talan um stórar áskoðarainntøkur, nógvan pening frá sjónvarpsavtalum og frá stuðlum.

Í Borussia Mönchengladbach hava leikararnir frásagt sær part av lønunum, tí ótti er fyri at støðan kann koppa felagnum fíggjarliga.

Í Onglandi hevur ljós millum annað verið varpað á øll starvsfólkini, sum arbeiða á leikvøllinum, tá dystardagur er. Manchester United boðaði í gjár frá, at sjálvt um kappingarárið ikki verður spælt liðgut, fáa tey løn fyri restina av kappingarárinum. 

Tá umfari seiansta vikuskifti varð útsett fríggjadag, var gjørt klárt kring landið til dystirnar dagin eftir. Bæði Brighton og Aston Villa góvu allan matin, sum var gjørdur til høvið til herberg o.a.

Í Brasil hava fleiri feløg bjóða stjórini at nýta sínar leikvallir til at hýsa koronasmittaðum.

Zlatan Ibrahimvic hevur latið upp ímóti einari millión til sjúkrahús í Norðuritalia, ið eru undir stórum trýsti. Sviin spælir í Milano, ið liggur í sera hart rakta Lombardínum.

Í USA hava nakrir kurvabóltsleikarar, millum annað risatalentið Zion Willamson, goldið part av lønum hjá starvsfólkum hjá feløgum, ið ikki kunnu arbeiða, nú eingir dystir verða leiktir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder