Fótbóltur

Leikskráin fyri Skúlafótbóltin er nú klár

5. flokkar byrja 21. apríl, og 1. og 2. flokkur enda 16. juni.

2022-03-12 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er leikskráin fyri Skúlafótbóltin í Vági klár. Byrjað verður hósdagin 21. apríl, og spælt verður fram til hósdagin 16. juni.

Byrjað verður við 5. flokkunum, og endað verður við 1. og 2. flokkunum.

Øll umførini verða spæld í Marghøllini, soleiðis at tey, sum hava áhugað, kunnu fara í Páls Høll at svimja, skriva fyriskipararnir.

Fyrstu flokkarnir hava longu meldað seg til. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo.

Skráin

  • 21. apríl: 5. flokkar
  • 28. apríl: 6. flokkar
  • 5. mai: 10. fl. & miðnám
  • 12. mai: 9. Fl.
  • 19. Mai: 8. Fl.
  • 25. Mai: 7. flokkur
  • 2. Juni: 4. flokkur
  • 9. juni: 3. flokkur
  • 16. juni: 1. og 2. flokkur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder