Annað

Leirdúgvuskjóting: Esmar Joensen og Tórur Fløtt Føroyameistarar

Um vikuskiftið hevur Skjótisamband Føroya skipa fyri FM kapping í OL skeet og OL trap.

Vinnarar av FM í Trap

Vinnarar av FM í Trap

2026-08-31 12:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við ársbyrjan setti altjóða skjótisambandið ISSF nýggjar finalu reglar í gildi, og hetta er fyrstu ferð, at hesar verða royndar í FM.

Finalurnar eru styttar, samstundis sum talið á finaluplássum er økt úr seks upp í átta. Nýggja finalusniðið krevur, at íðkarar eru 100 prosent til reiðar frá fyrstu dúgvu, og tað er ikki pláss fyri nógvum mistøkum í finaluni.

Innleiðandi áðrenn finaluna bleiv talan um eina spennandi og javna kapping, har nakrar heilt fáar dúgvu skiltu íðkarar frá finaluplássunum.

Tað endaði tó við, at Esmar Joensen úr Veiðifelagnum Byrsumúla og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag báðir megnaðu at halda høvdið kalt og gjørdu fægst mistøk, og tá saman um kom endaðu teir ávikavist 5 og 4 dúgvur frammanfyri næsta kappingarneyta.

Unglingina kappingina í skeet vann Leivur Joensen úr Sunda Byrsufelag, og Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla vann unglinga kappingina í trap frammanfyri Jógvan Sjúða Hansen, úr sama felag. Bæði Bartal og Leivur vunnu eisini silvur í samlaða FM kappingini.

Í ár hevur eisini verið kappast um eitt liðferðasteyp í OL trap millum Eysturskot og Veiðifelagið Byrsumúla, og aftur í ár vann Byrsumúli steypið til ognar. Teir, ið umboðaðu liðini í FM, vóru Esmar Joensen og Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, og Alex Johannesen og Kristian Johannesen úr Eysturskoti.

Seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður komandi vikuskifti, leygardagin 5. september, tá FM í Nordisk Trap verður í úti á Vík í Leirvík.

Úrslit:

OL trap
1. Esmar Joensen
2. Bartal Klettheyggj
3. Jeppe Sommer Bruun
4. Alex Johannesen
5. Johnhard Klettheyggj
6. Jákup Øregaard
7. Eirikur Elisson
8. Kristian Johannessen
9. Jógvan Sjúrður Hansen
10. Ari Joensen

[object Object]

OL trap - unglingar
1. Bartal Klettheyggj
2. Jógvan Sjúrður Hansen

[object Object]


OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Leivur Joensen
3. Herleif Hammer
4. Jógvan Egholm
5. Johnny á Túgvu
6. Jóannis Joensen
7. Pól Jóhannus Smith Jensen
8. Hans Erik Smith Jensen
9. John C Hansen
10. Tom Eli Mittfoss
11. Heri Mittfoss
12. Áslakur Johannesen
13. Óla Christian Debes
14. Marius F Joensen (luttók ikki seinna dagin)
15. Steinmund Klakstein

[object Object]

OL skeet - unglingar
1. Leivur Joensen

[object Object]

Skjótisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder