Føroya Arena, tann stóra verkætlanin, sum er í gerð í Hoyvíkshaganum, leitar eftir hóskandi navni.
Arenan, ið fyribils hevur arbeiðsnavnið Føroya Arena, letur upp í januar 2025, og innan ta tíð vilja fyrireikararnir hava eitt varandi og minnisvert navn til hesa stórætlan.
Fyri at fáa fólk við til at finna tað best hóskandi navnið til nýggju arenuna, hava fyrireikarnarnir avrátt at skipa fyri navnakapping, har ið øll áhugað kunnu senda sítt kreativa uppskot inn. Tað er umráðandi hjá fyrireikarunum, at navnið endurspeglar føroyska mentan og samleika og samstundis skapar eina kenslu av felagsskapi og stoltleika millum borgararnar.
Kappingin er opin fyri øll, og einki mark er fyri, hvussu nógv uppskot ein kann senda inn. Fyri at tryggja, at tað verður valt rættvíst og hóskiligt, fer eitt lið av umboðum fyri ymsar bólkar, yrkisøki og ábyrgdarar at velja tað endaliga navni.
Nýggja arenan verður eitt týdningarmikið savningarstað fyri tiltøk heima og í altjóða høpi við ítrótt, mentan og undirhaldi. Tað er sera umráðandi, at navnið eisini festir seg hjá øllum her heima og úti.
Samsýningin fyri vinnarauppskotið er 5.000 krónur og freistin at senda uppskot til [email protected] er 1. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald