Riga, Lettland (Portalurin): Spælarar, venjarar, læknatoymi, umboð fyri FSF, nevndarlimir úr ymisku feløgunum og miðlar eru partur av ferðalagnum, sum lendi í Riga í kvøld.
Samanlagt telur hetta líka yvir 70 fólk.
Tað gekk væl at koma úr Vágum seinnapartin, og lagið var heilt gott umborð á Atlantic Airways á veg til Kastrup.
Flogvøllurin har er tíbetur stórur, og møguleikarnir nógvir: Flogfarið hjá AirBaltic skuldi fara úr Danmark beint áðrenn klokkan 20 lokala tíð, men varð seinkað í umleið tveir tímar.
Flogtúrurin til høvuðsstaðin í Riga var tó skjótur, og lent varð beint eftir midnátt lokala tíð. Lettland er tveir tímar frammanfyri Føroyar í tíð (EEST).
Føroyska liðið hevur í morgin venjing og tíðindafund á Skonto leikvøllinum. Dysturin móti Lettlandi verður týsdagin 10. september klokkan 17.
- 
            
                
            
                            Pætur Petersen, Adrian Justinussen og Hørður Askham
 - 
            
                
            
                            Venjaratoymið
 - 
            
                
            
                            Maria Joensen, forkvinna í landsliðsnevndini og Jóan Símun Edmundsson
 - 
            
                
            
                            Rene Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen og Gunnar Vatnhamar
 - 
            
                
            
                     
    
                                                        
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald