Fótbóltur

Liðformaðurin á A-landsliðnum í studio til Føroyar - Týskland

Føroysku U20 menninir kunnu í kvøld spæla frítt og skulu royna at gera, sum teir gjørdu móti týsku heimsmeistarunum í U19 HM í fjør. Portalurin og FM1 senda klokkan 17.15 við Paula Jacobsen, Tormóði Djurhuus og Pæturi Nolsøe.

Pauli Jacobsen til U21 HM í Týsklandi í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Jacobsen til U21 HM í Týsklandi í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-14 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U20-menninir hava ikki nógv annað enn æruna at spæla fyri, tá Týskland er á skránni í seinna EM-miðumfarsdystinum í kvøld.

Føroyar taptu greitt fyri Fraklandi í gjár og stórt móti Sveis í bólkaspælinum - Sveis hevði tey bæði stigini við sær.

Si eisini: Megnaðu ikki at standa ímóti franska fysikkinum

Føroyar skulu harvið ikki spæla fjórðingsfinalu men plaseringsdystir seinni í vikuni. Teir verða endaliga avgerandi fyri, um árgangirnir vinna sær pláss í U21 HM næsta ár.

Týskland hevur heldur einki ítøkiligt at spæla fyri. Sterka liðið vann á Fraklandi í bólkaspælinum og 32-30 á Sveis í gjár og er harvið víðari til fjórðingsfinalurnar.

Í U19 HM í fjør vóru Føroyar og Týskland í bólki saman. Har endaði tað við 28-28 eftir frálíkt føroyskt avrik móti liðnum, sum seinni gjørdist heimsmeistari. Talan er um somu árgangir, og í stóran mun somu spælarar, sum hittast í Rumenia í kvøld. 

Sí eisini: Teir duga eisini síni kynstur (video)

Portalurin og FM1 senda klokkan 17.15 við Paula Jacobsen, Tormóði Djurhuus og Pæturi Nolsøe í rásarúminum. Umframt U20, fara teir at tosa eitt sindur um A-landsliðið, sum Pauli er liðformaður og málverji hjá, og føroyskan hondbólt sum heild.

EM 2026 - miðumfar, bólkur 1 

Seinna umfar - Í dag, týsdagin 14. juli
15.00: Sveis - Frakland 
17.30: Føroyar - Týskland


1. Týskland 4 stig
2. Sveis 2 stig
---------------------
3. Frakland 2 stig *
----------------------
4. Føroyar 0 stig 

* Tvey ella trý lið koma víðari

Føroysku U20 menninir spæla seinna EM miðumfarsdystin klokkan 17.30. Hann er móti Týsklandi. Dysturin kann stroymast ókeypis á Portalinum og eisini at hoyra á FM1. Vit byrja at senda kl. 17.15.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder