Fótbóltur

Liðið hjá Guardiola er nógv tað besta í Manchester

Hetta varð ein feit strika sett undir á Old Trafford fyri løtu síðani, har liðið hjá Solskjær í stóran mun sá vónleyst út. Vælleikandi City-liðið vann 2-0, men munurin var í roynd og veru væl størri.

Ole Gunnar Solskjær og Manchester United eru, sum nú, úti av stríðnum um enska meistaraheitið. Ellivu umfør eru farin, og trýstið á norska venjaranum, uttanfrá í øllum førum, er vaksandi (Mynd: EPA)

Ole Gunnar Solskjær og Manchester United eru, sum nú, úti av stríðnum um enska meistaraheitið. Ellivu umfør eru farin, og trýstið á norska venjaranum, uttanfrá í øllum førum, er vaksandi (Mynd: EPA)

2021-11-06 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Machester United er fleiri støðir undir arvafíggindarnar Liverpool og Manchester City, ið teir reyðkløddu royna at fáa fatur á aftur, er vorðið púra greitt nú bæði Liverpool og City hava vitjað á Old Trafford innan seinastu tvær vikurnar. Eftir tapið í dag fyri nábúgvunum er eisini greitt, at um Chelsea sum væntað vinnur á heimavølli á Burnley um eina løtu, so hevur liðið hjá Ole Gunnar Solskjær heili ellivu stig upp til fyrsta plássið. Í løtuni eru eisini trý stig upp til fjórða plássið, ið gevur Champions League-atgongd, har West Ham, undir fyrrverandi Manchester United-venjaranum David Moyes, liggur. 

At Manchester United fór at kappast meira um meistaraheitið, ið liðið ikki veruliga hevur gjørt síðani undir Sir Alex Ferguson, enn um Champions League-pláss, varð væntað av flestu serfrøðingum og fjepparum eftir eitt 2. pláss í fjør og keypini av Varane, Sancho og Ronaldo í summar. Varane var skaddur í dag og var saknaður í miðvejruni, Sancho kom inn í steðginum, men fekk ikki gjørt nógvar skreytir, og Ronaldo hevði einasta skotið, sum var á City-málinum í dystinum - United hevði tvey á egið mál. Á sentrala miðvøllinum eru framvegis Fred og McTominay, ið eru hartarbeiðandi og taktiskt disiplinerir, men sum hava verið nógvum atfinningum og sum heldur ikki í dag góvu nakað frameftir vøllinum.

At maskinurnar hjá City, Liverpool og Chelsea eru nógv betri smurdar, at teirra konsept er greiðari, at teirra venjarar eru greitt betri, og at leikararnir hesi liðini hava hóska betri til leikskipan og leikætlan - ið er greið - enn alt hetta sama hjá United, tykist als eingin ivi verða um. Hett varð sligið fast í dag. Heimaliðið kom sum væntað út við verjukendum útgangsstøði og í 5-3-2, sum hevur verið nýtt í tveimum teimum seinastu dystunum, men longu eftir fimm minuttir gekk galið Eric Baily spældi væl á útivølli móti Atalanta týskvøldið, men í dag beindi hann klossut eitt hart innlegg frá Joao Cancelo framvið egna málið.

[object Object]
Pep Guardiola kann fegnas tum avrikið hjá liði sínum (Mynd: EPA)

Fáir málmøguleikar vóru fyrra helmingin av hálvleikinum, men so kom United nakað longur fram á vøllin, og Ronaldo hevði sín góða fluktara, ið Ederson vardi fyri - uppá returbóltin var nær við at álopsmakkarin hjá Ronaldo, Mason Greenwood, fekk prikað bóltin í málið. So nær við kom heimaliðið ikki aftur í dystinum og næstu løtuna hevði City eitt ágangandi trýst og nakrar góðar skotroyndir, men David De Gea hevði fleiri góðar bjargingar. Í 45. minutti endaði spanski málverjin tó við, at eins og týskvøldið, at sláa bóltin í egið mál í einari bjargingarroynd. Tað byrjaði tó við ógvuliga passivum verjuspælið, har Cencelo slapp at ótarnaður leggja inn við høgra beinið úr vinstru og har Maguire, og serliga Shaw, á ófatiligan hátt bara lótu bóltin fara innum seg, so Silva slapp at royna seg úr spískum.

Tað kundi verið meira enn 0-2. City spældi ein klókan og góðan dyst og í løtum í 2. hálvleiki trillaðu teir bara runt og runt, og teir í reyðum sluppu slett ikki framat. Støðurnar vóru til at økja,  men liðið hjá Guardiola gjørdi meira enn nóg mikið til, at tað ongantíð gjørdist spenningur um útfallið av dystinum, og meistararnir í ljósbláum hava sett jagstranina inn eftir Chelsea. 

Ole Gunnar Solksjær skifti leikskipan til seinna hálvleik, men tað hjálpti lítið - í roynd og veru var talan um klassamun - og spurningurin er so, um Solskjær skjótt veðrur skiftur út, sum tað hevur verið nakað róð framundir í bretskum miðlum seinastu. Trýstið á norðmannin, ið nú hevur verið United-venjari í næstan trý ár uttan at vinna nakað steyp, er ívhussu er hækkað. City-fjeppararnir sungu gjøgnum dystin háðandi sangir móti serliga Solskjær, sum framvegis er við róðrið.

Premier League 11. umfar
Leygardagin 6. november
Manchester United - Manchester City 0-2 (0-2)
6' Sjálvmál 0-1
45' Berardo Silva 0-2

1. Chelsea 25 stig
2. Manchester City 23 stig * 
3. Liverpool 22 stig 
4. West Ham 20 stig
5. Manchester United 17 stig *
6. Arsenal 17 stig

*Ein dyst fleiri 

West Ham tekur móti Liverpool í morgin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder