Follo HK hevur, eins og Kristiansand á manssíðuni, verið ígjøgum tríggjar upp-og niðurflytingardystir. Eins og liðið við trimum føroyskum landsliðsspælarum, vann liðið við føroyska landsliðsmálverjanum við kvinnum fyrsta dystin á heimavølli, tapti síðani dyst nummar tvey (úti), áðrenn alt varð sett uppá pláss í triðja og avgerandi dystinum.
Sí eisini: Føroyingar gjørdu bart í avgerandi dystinum hjá Kristiansand
Seinnapartin sló Follo fast, at felagið í 2024/2025 eisini verður umboðað í bestu norsku kvinnudeildini. Tað eydnaðist við 34-23 sigri á Volda. Í steðginum var 17-13.
Annika Fríðheim Petersen var ikki á vøllinum. Landsliðsmálverjin hevur verið darvað av skaða í tjúkkanum síðani landsliðssteðgin - tó at hon spældi eina løtu og spældi væl í dysti nummar tvey - og skaðin hevur gjørt sítt til, at Annika ikki spældi í dag.
Tað kemst helst partvíst eisini av, at Follo ikki fer at hava Anniku tøka næsta kappingarár. Tað er greitt, at 24-ára gamla hoyvíkskvinnan fer at royna nýggjar leiðir. Á heimasíðu felagsins fekk hon í dag tøkk fyri innsatsin í felagnum.
Sambært upplýsingum hjá Portalinum hevur Annika Fríðheim Petersen ymiskar møguleikar í Norðanlondum. Fyri hana snýr tað seg helst um at finna eitt umhvørvi, og eitt stað har møguleikin fyri nógvari spælitíð undan EM-endaspælinum í vetur er góður.
Annika hevur áður roynt seg í donskum og íslendskum hondbólti. Hon spældi eitt kappingarár við Follo HK í Noreg.
Annika Petersen er ein lykil fyri landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald