Fótbóltur

Liðugt á Tórsvølli: Eitt brotsspark og eitt mál í part

Føroyska A-landsliðið megnaði at fáa ein 1-1 javnleik móti hægst styrkismetta liðnum í sínum bólki.

Innskifti KÍ leikarin, Mads Boe Mikkelsen, spældi væl, og var við í fleiri støðum í dagsins dysti. (Mynd: Sverri Egholm)

Innskifti KÍ leikarin, Mads Boe Mikkelsen, spældi væl, og var við í fleiri støðum í dagsins dysti. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-07 16:03 Author image
Áron Vest
placeholder

Í hálvleikinum varð Hørður Askham innskiftur fyri Samuel Chukwudi. Fótbóltsføroyar høvdu helst væntað, at tað var Hørður ið fór at vera millum fyrstu ellivu, heldur enn Samuel, men so var ikki. Miðverjin úr høvuðsstaðnum, sum til dagligt leikar við FC Roskilde í næstbestu donsku liðkappingini, var við í fleiri avgerandi støðum.

Liðskiparin hjá Norðurmakedónia, Enis Bardhi, umsetti hegnisliga brotsspark til mál, eftir at hann varð feldur á heldur klossutan hátt av Gunnari Vatnhamar. Boð vórðu ikki send eftir VAR maskinarínum, tí helst hevur talan verið um greitt brot á fótbóltslógina.

Helst vandamiklasta roynd í seinna hálvleiki kom eftir 57 minuttir, tá Nikola Serafimov stútar bóltin víðari til ein púra ódekkaðan Darko Churlinov, sum smekkaði til bóltin. Við heldur hepnari bjarging, forðaði Bárður á Reynatrøð bóltinum frá at fara í mál. 

Bojan Miovski, ið vanliga spælur við Girona í bestu sponsku kappingini, La Liga, trýsti føroysku verjuna í 64. minutti, men málverjin í føroyska málinum var tryggur á bóltinum.

Tá 68. minuttir vóru farnir, blivu Adrian Justinussen og Mads Boe Mikkelsen innskiftir fyri ávikavist René Shaki og Jóan Símun Edmundsson. Ein serdeilis offensiv útskifting, ið fekk við sær, at álopsspældi fekk nakað meir av ferð. Meinhard Egilsson Olsen spældi restina av dystinum sum fremsti maður, inntil hann varð útskiftur.

Føroysku leikararnir vístu góðar dygdir, tá eitt knapt korter var eftir av dystinum. Meinhard Olsen varð sendur oman í høgru síðu, eftir avlevering frá Jóannesi Kalsø Danielsen. Her fann 27 ára gamli eysturoyingurin Mads Boe Mikkelsen, sum spældi bóltin stutt víðari til ein púra frían Sølva Vatnhamar. Aldursforsetin á føroyska landsliðnum fekk tíverri ikki umsett skotið til mál, tí skotið ikki hevði nóg mikið av megi. 

Patrik Johannesen og Petur Knudsen komu á vøllin tá umleið sjey minuttir restaðu í vanligu leiktíðini. Teir komu inn fyri ávikavist Meinhard Olsen og Sølva Vatnhamar. Restina av dystinum var 26 ára gamli maðurin úr Saltangará, Petur Knudsen, fremsti maður á føroyska liðnum.

Undir omanfyrinevndu útskifting fekk svenski venjarin hjá føroyska landsliðnum, Håkan Ericsson gult kort. Hann var ikki nøgdur við avrik dómarans, helst tí hann ikki slapp at fremja útskifting tá tað hóvaði honum. Í ónøgd tók hann í armin á hjálpardómaranum. Tað verður ikki tolererað í fótbóltshøpi, og fekk hann tí gult kort sum agarevsing, fyri at sýna misnøgd á dómarans arbeiði.

Dómarin legði fýra minuttir afturat vanligu leiktíðini. Í tíðini, sum dómarin legði afturat, spurdist ein stórur málmøguleiki burturúr. Tað var Petur Knudsen, sum trekti inneftir úr vinstru síðu og fekk møguleika til góða skotroynd. Skotið bleiv partvíst blokerað av mótstøðuleikara. Patrik Johannesen var klárur, men tíverri rangstaddur. 

Støðan endaði tí 1-1, tá litaviski dómarin floytaði dystinum.

Til landsdystin á Tórsvølli í dag vóru 2057 áskoðarar til staðar.

Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar
Bárður á Reynatrøð (MV) - Jóannes K. Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Meinhard Olsen - Jóan Símun Edmundsson.

Hesir komu inn fyri Føroyar
Hørður Askham (í 46. minutti fyri Samuel Chukwudi), Adrian Justinussen (í 66. minutti fyri Jóan Símun Edmundsson), Mads Boe Mikkelsen (í 66. minutti fyri René Shaki Joensen), Petur Knudsen (í 84. minutti fyri Gunnar Vatnhamar) og Patrik Johannesen (í 84. minutti fyri Meinhard E. Olsen)

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
Føroyar - Norðurmakedónia 1-1 (1-0)
Viljormur Davidsen, br. 8' 1-0
Enis Bardhi, br. 49' 1-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder