Í agust 2004 spældu Føroyar venjingardyst móti Malta á Svangaskarði. Síðani hava teir 18 venjingardystirnrir, ið føroyska A-landsliðið hjá monnum hevur spælt, verið á útivølli ella á uttalveltaðum vølli.
Ein av teimum var í Marbella í Spania 28. mars 2016, har Føroyar vunnu 3-2 á Liktinstein. Tvey ár seinni vunnu Føroyar 3-0 á sama staði Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur Hendriksson Olsen, ið eisini hevði skorað í dystinum tvey ár frammanundan, og Sonni Ragnar Nattestad skoraðu málini fyri Føroyar.
Teir fyrstu ellivu til dystin á Marbella í 2016. Sølvi Vatnhamar skoraði í hesum dystinum sítt higartil einasta landsliðsmál (Mynd: FSF)
Hetta var fimti sigurin av fimm møguligum móti miðevropeisku tjóðini. Føroyar og Liktinstein hava ongantíð verið í bólki saman við í EM- ella HM-undankappingum ella í Nations League, men hava sambært FSF spælt fimm venjingardystir, har málmunurin er 11-3 Tann eini var í Føroyum í august 2002, og tað var bert nakrar mánaðir eftir ein 1-0 dyst millum kongini á Kýpros. Mario Frick skoraði einasta málið fyri steðgin á Tórsvølli, men eftir steðgin gjørdu Føroyar bart. Christian Høgni Jacobsen, Fróði Benjaminsen og Julian Johnseon skoraðu málini.
Nú, 19 ár seinni, fer Liktinstein aftur at vitja á Tórsvølli. Tað verður tríggjar dagar aftaná íslendingar, ið 4. juni verða fyrsta landsliðið í næstan 17 ár, ið spælir venjingardyst í Føroyum.
Fyrsti dystur í komandi HM-undankapping verður um smáar tveir mánaðar, hósdagin 25. mars, á útivølli ímóti Moldova. Tann 28. mars spæla Eysturríki og Føroyar, og tann 31. mars er útidysturin móti Skottlandi á skránni. Hini bæði londini í bólkinum eru Ísrael og Danmark. Liðið hjá Håkani Ericson skal spæla tíggju undankappingardystir í ár, umframt teir omanfyrinevndu venjingardystir.
Tøl: FSF og FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald