Tað gjørdist als ikki lætt hjá vælspælandi litaviska liðnum at basa Slovakia í bólkafinaluni í untankappingini í Luksembuerg í dag.
Slovakia var á odda ein stóran part av spennandi dystinum. Støðan í hálvleikinum var 12-11 til slovakar, og litavar tyktust ráðaleysir móti endanum av fyrra hálvleiki.
Men í øðrum hálvleiki komu teir á vøllin sum broytt lið, spældu sum eitt óløgi og við góðum kontraspæli eydnaðist teimum beinanvegin at skjóta trý mál og koma fram um við tveimum.
Men slovakar komu aftur, upp á javnt, men tað vóru kortini alla tíðina slovakar, sum runnu aftaná, meðan litavar tyktust hava tamarhald á støðuni.
Og so var eisini móti endanum av dystinum. Hóast Luksemburg bert var aftan fyri við einum máli, 24-23, so dugdi stórspælarin Malaskinskas at draga tíðina út til litaviskan fyrimun, og tá litavar so komu á odda 25-23 tá sjey sekund vóru eftir, var dysturin avgjørdur.
Hinir sluppu at skora einaferð, so úrslitið av dystinum gjørdist 25-24.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald